at eta saman við syndarum
61 versir um "at eta saman við syndarum"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 9:10 Matteus
Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara.
Matteus 9:11 Matteus
Men táið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærisveinar Hansara: „Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!“
Matteus 9:12 Matteus
Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!
Matteus 9:13 Matteus
Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“
Fyrra Korintbrævið 5:11 Fyrra Korintbrævið
Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.
Markus 2:15 Markus
Táið Hann síðani sat til borðs heima hjá honum, sótu nógvir tollarar og syndarar til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara; tí teir vóru nógvir, og teir fylgdu Honum.
Markus 2:16 Markus
Táið hinir skriftlærdu og Fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: „Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum!“
Markus 2:17 Markus
Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“
Lukas 5:29 Lukas
Levi gjørdi nú stóra veitslu fyri Honum heima hjá sær; og har var stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs við Honum.
Lukas 5:30 Lukas
Men Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra knarraðu inn á lærisveinar Hansara og søgdu: „Hví eta og drekka tit við tollarum og syndarum!“
Lukas 5:31 Lukas
Tá svaraði Jesus teimum: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!
Lukas 5:32 Lukas
Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar, til umvendingar.“
Lukas 15:1 Lukas
Allir tollarar og syndarar hildu seg nær hjá Honum, at hoyra Hann.
Lukas 15:2 Lukas
Men bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: „Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!“
Lukas 7:34 Lukas
Menniskjasonurin kom – Hann etur og drekkur – og tit siga: „Hygg – átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!“
Matteus 11:19 Matteus
Menniskjasonurin kom – Hann etur og drekkur – og tey siga: „Hygg – átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!“ Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum.“
Lukas 15:3 Lukas
Tá setti Hann fram fyri teir hetta líknilsi – Hann segði:
Lukas 15:4 Lukas
„Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum – hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann!
Lukas 15:5 Lukas
Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar.
Lukas 15:6 Lukas
Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: „Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!“
Lukas 15:7 Lukas
Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.
Lukas 15:8 Lukas
Ella um kvinna hevur 10 drakmur og missir eina drakmu burtur – hvør er hon, sum tendrar ikki ljós og sópar húsið og ger sær ómak at leita, inntil hon finnur hana!
Lukas 15:9 Lukas
Táið hon so hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur og grannkonur sínar og sigur: „Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist.“
Lukas 15:10 Lukas
Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við.“
Lukas 15:11 Lukas
Og Hann segði: „Maður hevði tveir synir.
Lukas 15:12 Lukas
Hin yngri teirra segði við faðir sín: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!“ Tá skifti hann góðsið millum teirra.
Lukas 15:13 Lukas
Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.
Lukas 15:14 Lukas
Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.
Lukas 15:15 Lukas
Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
Lukas 15:16 Lukas
Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.
Lukas 15:17 Lukas
Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri!
Lukas 15:18 Lukas
Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær!
Lukas 15:19 Lukas
Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!“
Lukas 15:20 Lukas
So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.
Lukas 15:21 Lukas
Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“
Lukas 15:22 Lukas
Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!
Lukas 15:23 Lukas
Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
Lukas 15:24 Lukas
Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.
Lukas 15:25 Lukas
Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.
Lukas 15:26 Lukas
Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða.
Lukas 15:27 Lukas
Hann svaraði honum: „Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.“
Lukas 15:28 Lukas
Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.
Lukas 15:29 Lukas
Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.
Lukas 15:30 Lukas
Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!“
Lukas 15:31 Lukas
Tá segði hann við hann: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
Lukas 15:32 Lukas
men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.““
Lukas 19:5 Lukas
Táið nú Jesus kom hagar, hugdi Hann upp og sá hann; og Hann segði við hann: „Zakeus, skunda tær og kom niður! Í dag skal Eg vera til hús hjá tær.“
Lukas 19:6 Lukas
Hann skundaði sær tá og kom niður og tók ímóti Honum við gleði.
Lukas 19:7 Lukas
Táið tey sóu hetta, knarraðu tey øll og søgdu: „Hann er farin inn at gista hjá syndigum manni!“
Lukas 19:1 Lukas
So kom Hann inn í Jeriko og fór ígjøgnum býin.