at eta djórablóð

48 versir um "at eta djórablóð"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 9:4 Fyrsta Mósebók

Tó – kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.

4
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.

3
Triðja Mósebók 3:17 Triðja Mósebók

Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, hvar tit so búgva: Einki feitt og einki blóð mugu tit eta!““

3
Triðja Mósebók 17:10 Triðja Mósebók

Um onkur av húsi Ísraels ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, etur nakað sindur av blóði, so vendi Eg ásjón Míni móti tí, sum blóðið etur, og týni hann úr fólki hansara.

3
Triðja Mósebók 17:14 Triðja Mósebók

Tí blóðið er sálin í øllum kjøti – sálin er í tí; tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: „Tit mugu ikki eta blóðið úr nøkrum kjøti; tí blóðið er sálin í øllum kjøti; ein og hvør, ið etur tað, skal verða týndur.“

3
Fimta Mósebók 12:16 Fimta Mósebók

Men blóðið mugu tit ikki eta; tað skalt tú lata renna út á jørðina sum vatn.

3
Ápostlasøgan 15:20 Ápostlasøgan

men at skrivað eigur at verða til teirra, at tey skulu halda seg frá at dálka seg við avgudum, frá siðloysi, frá tí, sum kvalt er, og frá blóði.

3
Ápostlasøgan 15:29 Ápostlasøgan

At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!“

3
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók

Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.

2
Triðja Mósebók 17:11 Triðja Mósebók

Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.

2
Fimta Mósebók 12:23 Fimta Mósebók

Men blóðið mást tú ikki eta – hetta mást tú aldri gloyma! Tí blóðið er sálin, og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum.

2
Fimta Mósebók 14:21 Fimta Mósebók

Tit mugu einki sjálvdeytt dýr eta. Hinum fremmanda, ið hjá tær býr, honum kanst tú geva tað, hann kann eta tað – ella tú kanst selja útlendingi tað. Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.

2
Markus 7:18 Markus

Hann svaraði teimum: „Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?

2
Markus 7:19 Markus

Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.“

2
Fyrra Korintbrævið 10:1 Fyrra Korintbrævið

Eg vil ikki, brøður, at tykkum skal vera ókunnigt, at fedrar okkara vóru allir undir skýnum, gingu allir gjøgnum havið,

2
Fyrra Korintbrævið 10:2 Fyrra Korintbrævið

vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og í havinum,

2
Fyrra Korintbrævið 10:3 Fyrra Korintbrævið

ótu allir sama andaliga mat

2
Fyrra Korintbrævið 10:4 Fyrra Korintbrævið

og drukku allir sama andaliga drykk; tí teir drukku av hinum andaliga kletti, ið fylgdi teimum – og kletturin var Kristus.

2
Fyrra Korintbrævið 10:5 Fyrra Korintbrævið

Tó hevði Gud ongan tokka til flestar av teimum; teir vórðu jú slignir niður í oyðimørkini.

2
Fyrra Korintbrævið 10:6 Fyrra Korintbrævið

Hetta hendi okkum til fyridømi, fyri at vit skulu ikki hava hug til hitt illa, eins og teir høvdu hug til tað.

2
Fyrra Korintbrævið 10:7 Fyrra Korintbrævið

Verðið heldur ikki avgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum – sum skrivað er: „Fólkið settist niður at eta og drekka og reistist at spæla“!

2
Fyrra Korintbrævið 10:8 Fyrra Korintbrævið

Latið okkum ikki heldur dríva siðloysi, eins og nakrir av teimum drivu siðloysi – og fullu 23000 ein dag!

2
Fyrra Korintbrævið 10:9 Fyrra Korintbrævið

Latið okkum heldur ikki freista Harran, eins og nakrir av teimum freistaðu Hann – og vórðu dripnir av ormum!

2
Fyrra Korintbrævið 10:10 Fyrra Korintbrævið

Knarrið heldur ikki, eins og nakrir av teimum knarraðu – og vórðu oyddir av oyðaranum!

2
Fyrra Korintbrævið 10:11 Fyrra Korintbrævið

Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til.

2
Fyrra Korintbrævið 10:12 Fyrra Korintbrævið

Tann, ið heldur seg standa, síggi tí til, at hann fellur ikki!

2
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.

2
Fyrra Korintbrævið 10:14 Fyrra Korintbrævið

Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!

2
Fyrra Korintbrævið 10:15 Fyrra Korintbrævið

Eg tali til tykkara sum til tey, ið duga á at skyna – dømið sjálv tað, sum eg sigi!

2
Fyrra Korintbrævið 10:16 Fyrra Korintbrævið

Kalikur signingarinnar, sum vit signa – er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta – er tað ikki samfelag við likam Kristusar!

2
Fyrra Korintbrævið 10:17 Fyrra Korintbrævið

Av tí at breyðið er eitt, eru vit, hini mongu, eitt likam; tí vit hava øll part í hinum eina breyði.

2
Fyrra Korintbrævið 10:18 Fyrra Korintbrævið

Hyggið Ísrael eftir holdinum! – Hava teir, sum eta ofrini, ikki samfelag við altarið!

2
Fyrra Korintbrævið 10:19 Fyrra Korintbrævið

Hvat sigi eg tá? – At avgudaoffurkjøt er nakað! Ella at avgudur er nakað!

2
Fyrra Korintbrævið 10:20 Fyrra Korintbrævið

Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.

2
Fyrra Korintbrævið 10:21 Fyrra Korintbrævið

Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda.

2
Fyrra Korintbrævið 10:22 Fyrra Korintbrævið

Ella skulu vit vekja vreiði Harrans! Eru vit sterkari enn Hann!

2
Fyrra Korintbrævið 10:23 Fyrra Korintbrævið

Alt er loyviligt – men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt – men ikki alt byggir upp!

2
Fyrra Korintbrævið 10:24 Fyrra Korintbrævið

Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!

2
Fyrra Korintbrævið 10:25 Fyrra Korintbrævið

Alt, sum í kjøtbúð verður selt, kunnu tit eta og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað;

2
Fyrra Korintbrævið 10:26 Fyrra Korintbrævið

tí jørðin og alt, ið hana fyllir, hoyrir Harranum til.

2
Fyrra Korintbrævið 10:27 Fyrra Korintbrævið

Og býður onkur av hinum vantrúgvandi tykkum inn – og tit vilja fara – so kunnu tit eta alt, ið fyri tykkum verður sett, og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað.

2
Fyrra Korintbrævið 10:28 Fyrra Korintbrævið

Men sigur onkur við tykkum: „Hetta er offurkjøt!“ so latið vera at eta tað – fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld!

2
Fyrra Korintbrævið 10:29 Fyrra Korintbrævið

– Eg meini ikki við eins egnu samvitsku, men samvitsku næstans; tí hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitsku eins annars!

2
Fyrra Korintbrævið 10:30 Fyrra Korintbrævið

Njóti eg tað við tøkk, hví skal eg tá verða útspiltur fyri tað, sum eg takki fyri!

2
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið

Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!

2
Fyrra Korintbrævið 10:32 Fyrra Korintbrævið

Verið ongum til ástoyt, hvørki Jødum, Grikkum ella samkomu Guds!

2
Fyrra Korintbrævið 10:33 Fyrra Korintbrævið

Soleiðis royni eg eisini í øllum at vera øllum til vildar og søki ikki tað, sum mær sjálvum er til gagn, men tað, sum hinum mongu er til gagn – fyri at tey kunnu verða frelst.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2