at elska systkini
6 versir um "at elska systkini"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 4:21 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Jóhannes 13:35 Jóhannes
Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“
Fyrra Pætursbrævið 3:8 Fyrra Pætursbrævið
Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.