at eiga sítt heim
78 versir um "at eiga sítt heim"
Versir
Síða 1 av 2Fimta Mósebók 11:31 Fimta Mósebók
Tit fara jú nú um Jordan til at koma inn í og taka í ogn landið, sum HARRIN Gud tykkara gevur tykkum. Táið tit tá hava tikið tað í ogn og búsett tykkum har,
Jeremias 29:5 Jeremias
Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!
Sálmarnir 24:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.
Orðtøkini 24:3 Orðtøkini
Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,
Orðtøkini 24:4 Orðtøkini
og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.
Fimta Mósebók 8:18 Fimta Mósebók
Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók
Tú mást ikki stjala.
Fjórða Mósebók 33:53 Fjórða Mósebók
Tit skulu leggja landið undir tykkum og búsetast har; tí tykkum havi Eg givið landið í ogn.
Fimta Mósebók 28:8 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
Esaias 65:21 Esaias
Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra;
Esaias 65:22 Esaias
ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína.
Esaias 65:23 Esaias
Tey skulu ikki møða seg til einkis og ikki fáa børn til bráðan deyða; tí tey eru ætt, signað av HARRANUM, og avkom sítt sleppa tey at hava hjá sær.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Lukas 12:1 Lukas
Táið nú fólkið hevði savnað seg í túsundtali, so hvørt traðkaði oman á øðrum, tók Hann til orða og segði við lærisveinar Sínar: „Varðið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl!
Lukas 12:2 Lukas
Einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt.
Lukas 12:3 Lukas
Alt, sum tit hava sagt í myrkrinum, skal tí hoyrast í ljósinum, og tað, sum tit hava lýtt í oyrað í kømurunum, skal verða prædikað á tøkunum.
Lukas 12:4 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir!
Lukas 12:5 Lukas
Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Óttist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helviti! Ja, Eg sigi tykkum: Óttist Hann!
Lukas 12:6 Lukas
Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi.
Lukas 12:7 Lukas
Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, eru tey øll tald. Óttist ikki! Tit eru meiri verdir enn nógvir spurvar.
Lukas 12:8 Lukas
Men Eg sigi tykkum: Hvønn tann, ið kennist við Meg fyri menniskjum, skal eisini Menniskjasonurin kennast við fyri einglum Guds.
Lukas 12:9 Lukas
Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal verða avnoktaður fyri einglum Guds.
Lukas 12:10 Lukas
Og hvør tann, ið talar orð móti Menniskjasyninum, honum skal tað verða fyrigivið; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið.
Lukas 12:11 Lukas
Men táið tey leiða tykkum fram fyri sýnagogur og fyri yvirvøldina og teir, ið valdið hava, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga!
Lukas 12:12 Lukas
Tí Heilagi Andin skal í somu stund læra tykkum tað, sum tit skulu siga.“
Lukas 12:13 Lukas
Ein av fólkinum segði við Hann: „Meistari, sig við bróður, at hann skal skifta arvin við meg!“
Lukas 12:14 Lukas
Men Hann svaraði honum: „Maður! Hvør hevur sett Meg til dómara yvir tykkum ella at skifta tykkara millum!“
Lukas 12:15 Lukas
So segði Hann við tey: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“
Lukas 12:16 Lukas
Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni.
Lukas 12:17 Lukas
Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: „Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í.“
Lukas 12:18 Lukas
So segði hann: „Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær.
Lukas 12:19 Lukas
Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!“
Lukas 12:20 Lukas
Men Gud segði við hann: „Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!“
Lukas 12:21 Lukas
Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.“
Lukas 12:22 Lukas
Og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í!
Lukas 12:23 Lukas
Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini.
Lukas 12:24 Lukas
Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir!
Lukas 12:25 Lukas
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Lukas 12:26 Lukas
Eru tit nú ikki førir fyri at gera so frægt sum hitt minsta, hví stúra tit tá fyri hinum!
Lukas 12:27 Lukas
Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Lukas 12:28 Lukas
Klæðir Gud nú so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, hvussu mikið meiri tá ikki tykkum, tit trúarveiku!
Lukas 12:29 Lukas
Spyrjið tí ikki um, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, og latið ikki huga tykkara reika higar og hagar!
Lukas 12:30 Lukas
Øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir; men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta.
Lukas 12:31 Lukas
Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt!
Lukas 12:32 Lukas
Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Lukas 12:35 Lukas
Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi!
Lukas 12:36 Lukas
Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp!
Lukas 12:37 Lukas
Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum.