at eggja øðrum
15 versir um "at eggja øðrum"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Orðtøkini 12:25 Orðtøkini
Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!
Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Rómverjabrævið 15:4 Rómverjabrævið
Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Fyrra Tessalonikabrævið 4:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Troystið tá hvør annan við hesum orðum!
Hebrearabrævið 3:13 Hebrearabrævið
Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur „í dag“, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar!