at eggja hvørjum øðrum
19 versir um "at eggja hvørjum øðrum"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Hebrearabrævið 10:23 Hebrearabrævið
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið
Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!
Fyrra Pætursbrævið 4:9 Fyrra Pætursbrævið
Verið gestablíð hvørt við annað uttan at meinskast!
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið
Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!
Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Galatiabrævið 6:2 Galatiabrævið
Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
Orðtøkini 12:25 Orðtøkini
Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini
Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!
Hebrearabrævið 3:13 Hebrearabrævið
Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur „í dag“, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar!