at drepa í sjálvverju

55 versir um "at drepa í sjálvverju"

Versir

Síða 2 av 2
Onnur Mósebók 22:29 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drála at geva Mær av tí, ið fyllir løðu tína, og sum flýtur úr vínpersu tíni. Hin frumborna son tín skalt tú geva Mær.

2
Onnur Mósebók 22:30 Onnur Mósebók

Á sama hátt skalt tú geva neyt tíni og smáfæ títt; sjey dagar skal tað verða hjá mammuni, men áttanda dagin skalt tú geva Mær tað.

2
Onnur Mósebók 22:31 Onnur Mósebók

Tit skulu vera Mær heilag menniskju. Kjøt av dýrum, ið eru sundurskrædd á markini, mugu tit ikki eta; tað skulu tit blaka fyri hundarnar.“

2
Triðja Mósebók 24:21 Triðja Mósebók

Tann, ið drepur kríatúr av fænum, skal endurgjalda tað; men tann, ið drepur menniskja, skal lata lív.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið

Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.

2