at drepa í kríggi
91 versir um "at drepa í kríggi"
Versir
Síða 2 av 2Fjórða Mósebók 31:32 Fjórða Mósebók
Fongurin – tað, ið eftir var av øllum, ið herfólkið hevði rænt – var: Av smáfæi 675000,
Fjórða Mósebók 31:33 Fjórða Mósebók
av neytum 72000,
Fjórða Mósebók 31:34 Fjórða Mósebók
av eslum 61000;
Fjórða Mósebók 31:35 Fjórða Mósebók
og av menniskjum – av kvinnum, ið ikki høvdu havt við mann at gera – vóru í alt 32000.
Fjórða Mósebók 31:36 Fjórða Mósebók
Helvtin av hesum – tann parturin, sum lutaðist hermonnunum – var: Av smáfæi 337500,
Fjórða Mósebók 31:37 Fjórða Mósebók
so at skatturin til HARRAN av smáfæi varð 675;
Fjórða Mósebók 31:38 Fjórða Mósebók
av neytum 36000 – av teimum 72 í skatt til HARRAN –
Fjórða Mósebók 31:39 Fjórða Mósebók
av eslum 30500 – av teimum 61 í skatt til HARRAN –
Fjórða Mósebók 31:40 Fjórða Mósebók
og av menniskjum 16000 – av teimum 32 í skatt til HARRAN.
Fjórða Mósebók 31:41 Fjórða Mósebók
Skattin gav Móses Eleazar presti sum gávu til HARRAN – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Fjórða Mósebók 31:42 Fjórða Mósebók
Tann helvtin, sum lutaðist hinum Ísraelsmonnunum, og sum Móses hevði skift burtur úr frá hermonnunum –
Fjórða Mósebók 31:43 Fjórða Mósebók
tann helvtin, sum lutaðist samkomuni, var: Av smáfæi 337500,
Fjórða Mósebók 31:44 Fjórða Mósebók
av neytum 36000,
Fjórða Mósebók 31:45 Fjórða Mósebók
av eslum 30500,
Fjórða Mósebók 31:46 Fjórða Mósebók
og av menniskjum 16000.
Fjórða Mósebók 31:47 Fjórða Mósebók
Av hesi helvt – henni, ið lutaðist hinum Ísraelsmonnunum – tók Móses eitt av hvørjum 50, bæði av menniskjum og av kríatúrum, og gav Levitunum tað, teimum, ið aktaðu eftir tí, sum var at akta eftir við tabernakul HARRANS – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Fjórða Mósebók 31:48 Fjórða Mósebók
Nú stigu teir, ið settir vóru yvir herdeildirnar, fram fyri Móses – høvuðsmenninir yvir túsund og høvuðsmenninir yvir hundrað –
Fjórða Mósebók 31:49 Fjórða Mósebók
og teir søgdu við hann: „Tænarar tínir hava talt herfólkið, ið undir okkum stóð, og ikki ein maður av okkum saknaðist.
Fjórða Mósebók 31:50 Fjórða Mósebók
Tí bera vit fram sum gávu til HARRAN tað av gulli, ið ein og hvør okkara hevur tikið: Armleinkjur, armbond, fingraringar, oyrnaringar og hálspynt; tað skal vera til at gera bót fyri okkum fyri ásjón HARRANS.“
Fjórða Mósebók 31:51 Fjórða Mósebók
Móses og Eleazar prestur høvdu tá gullið frá teimum, alskyns listarsmíðað stás.
Fjórða Mósebók 31:52 Fjórða Mósebók
Øll gávan av gulli, sum høvuðsmenninir yvir túsund og høvuðsmenninir yvir hundrað lótu til HARRAN, var 16750 seklar.
Fjórða Mósebók 31:53 Fjórða Mósebók
– Hermenninir høvdu vunnið herfong, hvør fyri seg.
Fjórða Mósebók 31:54 Fjórða Mósebók
Táið Móses og Eleazar prestur nú høvdu tikið við gullinum frá høvuðsmonnunum yvir túsund og yvir hundrað, bóru teir tað inn í samkomutjaldið, so tað fyri ásjón HARRANS skuldi minna um Ísraelsmenn.
Matteus 5:44 Matteus
Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum
Matteus 10:34 Matteus
Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Efesusbrævið 6:19 Efesusbrævið
fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,
Efesusbrævið 6:20 Efesusbrævið
fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum – at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!
Fyrra Sámuelsbók 15:18 Fyrra Sámuelsbók
Og HARRIN sendi teg avstað og segði: „Far og slá hasar syndararnar, Amalekitar, við banni, og barst við teir, inntil tú hevur gjørt enda á teimum!“
Matteus 5:38 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“
Matteus 5:39 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!