at drepa í kríggi

91 versir um "at drepa í kríggi"

Versir

Síða 1 av 2
Matteus 26:52 Matteus

Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.

7
Onnur Mósebók 21:23 Onnur Mósebók

Men stendst vanlukka av, so skal lív latast fyri lív!

6
Lukas 6:27 Lukas

Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,

6
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –

6
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið

so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.

6
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið

Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!

6
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið

Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.

6
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið

Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.

6
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið

Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.

6
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið

Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!

6
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

6
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið

Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

6
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið

Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.

6
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið

– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.

6
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið

Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!

6
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!

6
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið

Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!

6
Onnur Mósebók 22:2 Onnur Mósebók

Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp.

5
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

4
Fjórða Mósebók 31:1 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og segði:

3
Fjórða Mósebók 31:2 Fjórða Mósebók

„Tak hevnd yvir Midjanitar fyri tað, ið teir gjørdu Ísraelsmonnum! Síðani skalt tú savnast til fedrar tínar.“

3
Fjórða Mósebók 31:3 Fjórða Mósebók

Tá talaði Móses við fólkið og segði: „Nakrir av tykkum skulu vápna seg til bardaga. Teir skulu herja á Midjanitar og fullføra hevnd HARRANS á Midjanitar.

3
Fjórða Mósebók 31:4 Fjórða Mósebók

1000 av hvørji ætt, av øllum ættum Ísraels, skulu tit senda í bardagan.“

3
Fjórða Mósebók 31:5 Fjórða Mósebók

So vórðu nú av túsundum Ísraels tiknir 1000 av hvørji ætt – 12000 mans, vápnaðir til bardaga.

3
Fjórða Mósebók 31:6 Fjórða Mósebók

Teir sendi Móses í bardaga – 1000 av hvørji ætt – og við teimum Pinehas, son Eleazar prest; hann hevði við sær hini heilagu amboðini og harðblásturslúðrarnar.

3
Fjórða Mósebók 31:7 Fjórða Mósebók

Teir fóru so í bardaga við Midjanitar – sum HARRIN hevði álagt Mósesi – og drópu alt mannkyn.

3
Fjórða Mósebók 31:8 Fjórða Mósebók

Millum teirra, ið dripnir vórðu, vóru eisini kongarnir í Midjan, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba – teir fimm kongarnir í Midjan. Eisini Bileam, son Beor, drópu teir við svørði.

3
Fjórða Mósebók 31:9 Fjórða Mósebók

Ísraelsmenn førdu kvinnur og børn Midjanita burtur sum fangar; og alt fæ teirra – øll fylgi teirra – og alt, ið tey áttu, tóku teir sum herfong.

3
Fjórða Mósebók 31:10 Fjórða Mósebók

Allar býir teirra – allastaðni har sum teir búðu – og allar tjaldbygdir teirra brendu teir.

3
Fjórða Mósebók 31:11 Fjórða Mósebók

Teir tóku allan fongin og alt tað, ið teir høvdu rænt, bæði fólk og fæ,

3
Fjórða Mósebók 31:12 Fjórða Mósebók

og førdu fangarnar og herfongin, alt tað, ið teir høvdu rænt, til Móses og Eleazar prest og til alla samkomu Ísraelsmanna, í tilhaldið á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.

3
Fjórða Mósebók 31:13 Fjórða Mósebók

Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar samkomunnar fóru ímóti teimum út um tilhaldið;

3
Fjórða Mósebók 31:14 Fjórða Mósebók

og Móses varð illur við teir, ið settir vóru yvir herin, við høvuðsmenninar yvir túsund og høvuðsmenninar yvir hundrað, sum komu aftur av herferðini.

3
Fjórða Mósebók 31:15 Fjórða Mósebók

Móses segði við teir: „Hava tit latið allar kvinnurnar liva!

3
Fjórða Mósebók 31:16 Fjórða Mósebók

Tað vóru jú tær, ið eftir ráðum Bileams dáraðu Ísraelsmenn til trúloysi móti HARRANUM fyri Peors skuld, so plágan kom á samkomu HARRANS!

3
Fjórða Mósebók 31:17 Fjórða Mósebók

Drepið tí nú øll dreingjabørn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera!

3
Fjórða Mósebók 31:18 Fjórða Mósebók

Men allar gentur, ið ikki hava havt við mann at gera, skulu tit lata liva, tær skulu hoyra tykkum til.

3
Fjórða Mósebók 31:19 Fjórða Mósebók

– Síðani skulu tit halda tykkum uttan fyri tilhaldið í sjey dagar; ein og hvør tykkara, sum hevur dripið onkun, og ein og hvør, ið hevur nomið við dripnan, skal reinsa seg triðja og sjeynda dagin – bæði tit sjálvir og fangar tykkara.

3
Fjórða Mósebók 31:20 Fjórða Mósebók

Øll klæði og alt, ið er av skinni ella av geitaull, og øll træíløt, tað skulu tit reinsa.“

3
Fjórða Mósebók 31:21 Fjórða Mósebók

Eleazar prestur segði við hermenninar, ið høvdu verið við í bardaganum: „Hetta er lógboðið, ið HARRIN hevur givið Mósesi:

3
Fjórða Mósebók 31:22 Fjórða Mósebók

Gull, silvur, kopar, jarn, tin og blýggj

3
Fjórða Mósebók 31:23 Fjórða Mósebók

– alt, ið tolir eld – skulu tit lata fara gjøgnum eld, so verður tað reint; tó skal tað eisini reinsast við reinsivatni. Men alt, ið ikki tolir eld, skulu tit lata fara gjøgnum vatn.

3
Fjórða Mósebók 31:24 Fjórða Mósebók

Sjeynda dagin skulu tit vaska klæði tykkara, so verða tit reinir; síðani kunnu tit koma inn í tilhaldið.“

3
Fjórða Mósebók 31:25 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og segði:

3
Fjórða Mósebók 31:26 Fjórða Mósebók

„Tel herfongin, ið tikin er, bæði fólk og fæ – tú og Eleazar prestur og ættarhøvdingar samkomunnar!

3
Fjórða Mósebók 31:27 Fjórða Mósebók

Síðani skalt tú skifta fongin í tveir partar – millum hermenninar, ið fóru út í bardagan, og hini av samkomuni.

3
Fjórða Mósebók 31:28 Fjórða Mósebók

Tú skalt lata hermenninar, ið hava verið í bardaganum, lata eitt av hvørjum 500 í skatt til HARRAN, bæði av menniskjum, neytum, eslum og smáfæi.

3
Fjórða Mósebók 31:29 Fjórða Mósebók

So mikið skulu tit taka av teirri helvt, sum lutast hermonnunum, og tú skalt geva Eleazar presti tað sum gávu til HARRAN.

3
Fjórða Mósebók 31:30 Fjórða Mósebók

Men av teirri helvt, sum lutast hinum Ísraelsmonnunum, av henni skalt tú taka eitt av hvørjum 50, bæði av menniskjum og av neytum, eslum og smáfæi, av øllum fænum, og tú skalt geva Levitunum tað, teimum, ið akta eftir tí, sum er at akta eftir við tabernakul HARRANS.“

3
Fjórða Mósebók 31:31 Fjórða Mósebók

Móses og Eleazar prestur gjørdu nú, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

3