at býta land Guds

45 versir um "at býta land Guds"

Versir

Síða 1 av 1
Jóel 3:1 Jóel

Eftir hetta skal Eg úthella Anda Mín yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera; hinir gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar, og hinir ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir;

6
Jóel 3:2 Jóel

ja, um tað so eru trælirnir og trælkvinnurnar, skal Eg á teimum døgum úthella Anda Mín yvir tey.

6
Fyrsta Mósebók 15:18 Fyrsta Mósebók

Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat,

5
Fyrsta Mósebók 17:8 Fyrsta Mósebók

Og Eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg landið, ið tú býrt í sum fremmandur, alt Kána’ansland, til æviga ogn, og Eg skal vera Gud teirra.“

4
Amos 9:15 Amos

Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín.

4
Fyrsta Mósebók 15:19 Fyrsta Mósebók

tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita,

3
Fyrsta Mósebók 15:20 Fyrsta Mósebók

Hetita, Perizita, Refa’ita,

3
Fyrsta Mósebók 15:21 Fyrsta Mósebók

Amorita, Kána’anita, Girgasita og Jebusita.“

3
Triðja Mósebók 25:23 Triðja Mósebók

Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær.

3
Jóel 3:3 Jóel

Eg skal gera undurfull tekin á himli og á jørð: Blóð, eld og roykstólpar.

3
Jóel 3:4 Jóel

Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur HARRANS kemur, hin stóri og ræðuligi.

3
Jóel 3:5 Jóel

Men ein og hvør, sum ákallar navn HARRANS, skal verða frelstur. Tí á Zionsfjalli og í Jerusalem skal vera undansloppin skari – soleiðis sum HARRIN hevur sagt – og til hini undanslopnu skulu tey hoyra, sum HARRIN kallar.

3
Jóel 3:6 Jóel

Tí á teimum døgum og á teirri tíð, táið Eg vendi lagnu Juda og Jerusalems,

3
Jóel 3:7 Jóel

skal Eg savna øll heidningafólk og leiða tey oman í Jósafatsdal; og har skal Eg halda dóm yvir teimum viðvíkjandi fólki Mínum og arvaluti Mínum, Ísrael, sum tey spjaddu um millum tjóðirnar. Og land Mítt býttu teir,

3
Jóel 3:8 Jóel

ja, teir kastaðu lut um fólk Mítt, lótu drong fyri skøkju, seldu gentu fyri vín, sum teir drukku.

3
Jóel 3:9 Jóel

Og tit, Týrus og Zidon og allir landspartar Filistara – hvat vilja tit Mær? Er nakað, ið tit ætla at løna Mær aftur, ella ætla tit at gera Mær nakað? – Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur, og tað bæði skjótt og brátt,

3
Jóel 3:10 Jóel

tit, ið tóku silvur og gull Mítt og fóru avstað til tempul tykkara við dýrastu skattum Mínum

3
Jóel 3:11 Jóel

– og seldu sonum Javan Judamenn og tey, sum í Jerusalem búðu, so tey skuldu koma langt burtur frá landi sínum!

3
Jóel 3:12 Jóel

Men Eg skal kalla tey aftur, haðani sum tit hava selt tey, og Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur!

3
Jóel 3:13 Jóel

Eg skal selja Judamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja Sabearum tey – tjóð, ið býr langt burtur – tí HARRIN hevur talað!

3
Jóel 3:14 Jóel

Latið heidningarnar hoyra hetta! Vápnið tykkum til heilagt stríð! Vekið kapparnar! Allir vápnaførir menn stígi fram og haldi avstað!

3
Jóel 3:15 Jóel

Smíðið svørð úr plógjørnum tykkara og spjót úr víngarðsknívum tykkara! Hin heilsuleysi sigi: „Eg eri kappi!“

3
Jóel 3:16 Jóel

Skundið tykkum og komið, øll tit heidningafólk úr øllum ættum – savnið tykkum saman! – Leið kappar tínar hagar oman, HARRI!

3
Jóel 3:17 Jóel

Heidningafólk skulu vakna og fara til Jósafatsdal; tí har skal Eg sita og døma øll heidningafólkini allastaðni frá.

3
Jóel 3:18 Jóel

Fram við akurknívinum – kornið er staðið! Komið og troðið – persan er full, tað rennur út av íløtunum, so stórur er óndskapurin har!

3
Jóel 3:19 Jóel

Flokkarnir tyrpast saman í Dómsdali, tí nær er dagur HARRANS í Dómsdali.

3
Jóel 3:20 Jóel

Sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt.

3
Jóel 3:21 Jóel

HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerusalem, so at himmal og jørð nøtra. – Men fólki Sínum er HARRIN lívd, Ísraelsmonnum er Hann vernd.

3
Fyrsta Mósebók 17:7 Fyrsta Mósebók

Mín sáttmála geri Eg millum Meg og teg og avkom títt eftir teg, mann eftir mann, ævigan sáttmála, at Eg skal vera Gud tín og Gud avkoms tíns eftir teg.

2
Fjórða Mósebók 34:1 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og segði:

2
Fjórða Mósebók 34:2 Fjórða Mósebók

„Gev Ísraelsmonnum hetta boð – sig við teir: „Táið tit koma inn í Kána’ansland, so er hetta landið, ið tykkum skal ognast í arvalut – Kána’ansland at ytstu landamarkum sínum.

2
Fjórða Mósebók 34:3 Fjórða Mósebók

Sunnantil skal land tykkara vera frá Zinsoyðimørk fram við Edom. Mark tykkara fyri sunnan skal eystast byrja við enda Salthavs.

2
Fjórða Mósebók 34:4 Fjórða Mósebók

So skal markið ganga í bugi suður um Akrabbimskarð til Zin og ganga út suður um Kades-Barnea; haðani skal tað ganga til Hazar-Adar og haðani til Azmon.

2
Fjórða Mósebók 34:5 Fjórða Mósebók

Úr Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin.

2
Fjórða Mósebók 34:6 Fjórða Mósebók

Mark tykkara fyri vestan skal vera Stórahav; tað skal vera markið. Hetta skal vera mark tykkara fyri vestan.

2
Fjórða Mósebók 34:7 Fjórða Mósebók

Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan: Frá Stórahavi skulu tit merkja tykkum skjal at Horsfjalli.

2
Fjórða Mósebók 34:8 Fjórða Mósebók

Frá Horsfjalli skulu tit merkja skjal, hagar sum leiðin liggur til Hamat, og haðani líka til Zedad.

2
Fjórða Mósebók 34:9 Fjórða Mósebók

Síðani skal markið ganga til Zifron og enda við Hazar-Enan. Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan.

2
Fjórða Mósebók 34:10 Fjórða Mósebók

Eystantil skulu tit merkja tykkum skjal úr Hazar-Enan til Sefam.

2
Fjórða Mósebók 34:11 Fjórða Mósebók

Úr Sefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin, og haðani longur suður, inntil tað kemur at fjallarygginum eystan fyri Kinneretsvatn.*

2
Fjórða Mósebók 34:12 Fjórða Mósebók

Síðani skal markið ganga suður fram við Jordan og enda við Salthav. Hetta skal vera land tykkara og markini rundan um tað.““

2
Fjórða Mósebók 34:13 Fjórða Mósebók

Móses gav nú Ísraelsmonnum hetta boð og segði: „Hetta er landið, ið tit við lutakasti skulu skifta sundur sum arvalut tykkara, og sum eftir boði HARRANS skal verða givið hinum níggju ættunum og teirri hálvu ættini.

2
Fjórða Mósebók 34:14 Fjórða Mósebók

Tí ætt Rubenita eftir fedrahúsum sínum, ætt Gadita eftir fedrahúsum sínum og hálv ætt Manasse, tær hava longu fingið arvalut sín.

2
Fjórða Mósebók 34:15 Fjórða Mósebók

Tær báðar ættirnar og hin hálva ættin hava fingið arvalut sín hesumegin Jordan, beint yvir av Jeriko – fyri eystan, har sum sólin kemur upp.“

2
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

2