at byggja tornið
34 versir um "at byggja tornið"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 11:1 Fyrsta Mósebók
Øll jørðin hevði sama tungumál og tosaði líka.
Fyrsta Mósebók 11:2 Fyrsta Mósebók
Sum teir nú ferðaðust eystureftir, komu teir til dal í Sinearslandi og búsettust har.
Fyrsta Mósebók 11:3 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl!“ – Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.
Fyrsta Mósebók 11:4 Fyrsta Mósebók
So søgdu teir: „Komið, latið okkum byggja okkum bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals – latið okkum soleiðis gera okkum navn, so vit skulu ikki verða spjaddir um alla jørðina!“
Fyrsta Mósebók 11:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN kom niður at síggja býin og tornið, ið menniskjabørnini vóru farin at byggja;
Fyrsta Mósebók 11:6 Fyrsta Mósebók
og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!
Fyrsta Mósebók 11:7 Fyrsta Mósebók
Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!“
Fyrsta Mósebók 11:8 Fyrsta Mósebók
Soleiðis spjaddi HARRIN teir haðani út um alla jørðina, og teir góvu uppat at byggja býin.
Fyrsta Mósebók 11:9 Fyrsta Mósebók
Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina.
Fyrsta Mósebók 11:10 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Sems. Táið Sem var 100 ár, fekk hann sonin Arpaksad, 2 ár eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 11:11 Fyrsta Mósebók
Eftir at Sem hevði fingið Arpaksad, livdi hann 500 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:12 Fyrsta Mósebók
Táið Arpaksad var 35 ár, fekk hann Sala.
Fyrsta Mósebók 11:13 Fyrsta Mósebók
Eftir at Arpaksad hevði fingið Sala, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:14 Fyrsta Mósebók
Táið Sala var 30 ár, fekk hann Eber.
Fyrsta Mósebók 11:15 Fyrsta Mósebók
Eftir at Sala hevði fingið Eber, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:16 Fyrsta Mósebók
Táið Eber var 34 ár, fekk hann Peleg.
Fyrsta Mósebók 11:17 Fyrsta Mósebók
Eftir at Eber hevði fingið Peleg, livdi hann 430 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:18 Fyrsta Mósebók
Táið Peleg var 30 ár, fekk hann Re’u.
Fyrsta Mósebók 11:19 Fyrsta Mósebók
Eftir at Peleg hevði fingið Re’u, livdi hann 209 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:20 Fyrsta Mósebók
Táið Re’u var 32 ár, fekk hann Serug.
Fyrsta Mósebók 11:21 Fyrsta Mósebók
Eftir at Re’u hevði fingið Serug, livdi hann 207 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:22 Fyrsta Mósebók
Táið Serug var 30 ár, fekk hann Nakor.
Fyrsta Mósebók 11:23 Fyrsta Mósebók
Eftir at Serug hevði fingið Nakor, livdi hann 200 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:24 Fyrsta Mósebók
Táið Nakor var 29 ár, fekk hann Tara.
Fyrsta Mósebók 11:25 Fyrsta Mósebók
Eftir at Nakor hevði fingið Tara, livdi hann 119 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:26 Fyrsta Mósebók
Táið Tara var 70 ár, fekk hann Ábram, Nakor og Haran.
Fyrsta Mósebók 11:27 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Tara. Tara fekk Ábram, Nakor og Haran. Haran fekk ein son, Lot.
Fyrsta Mósebók 11:28 Fyrsta Mósebók
Haran doyði í føðilandi sínum, í Ur í Kaldea undan faðir sínum, Tara.
Fyrsta Mósebók 11:29 Fyrsta Mósebók
Ábram og Nakor tóku sær konur; kona Ábram æt Sárai, kona Nakor æt Milka og var dóttir Haran, faðir Milku og Jisku.
Fyrsta Mósebók 11:30 Fyrsta Mósebók
Men Sárai var ófruktbør; hon átti einki barn.
Fyrsta Mósebók 11:31 Fyrsta Mósebók
Tara tók nú Ábram, son sín, Lot, sonarson sín, son Haran, og Sárai, sonarkonu sína, konu Ábram, son sín, og fór við teimum úr Ur í Kaldea til at fara til Kána’ansland; men táið tey komu til Karan, búsettust tey har.
Fyrsta Mósebók 11:32 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Tara livdi, var 205 ár; so doyði Tara, í Karan.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“