at byggja nýggja kirkju
44 versir um "at byggja nýggja kirkju"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Sámuelsbók 7:5 Seinna Sámuelsbók
„Far og sig við tænara Mín Dávid: „So sigur HARRIN: Skuldi tú bygt Mær hús at búgva í!
Seinna Sámuelsbók 7:6 Seinna Sámuelsbók
Eg havi jú ikki búð í húsi, líka frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi og til henda dag, nei, Eg havi ferðast um í tjaldi, í tabernakli.
Seinna Sámuelsbók 7:7 Seinna Sámuelsbók
Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: „Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði?““
Sálmarnir 127:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.
Haggai 2:9 Haggai
Hetta seinna húsið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra – sigur HARRIN Gud herskaranna – og á hesum staði skal Eg geva frið – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Efesusbrævið 2:21 Efesusbrævið
Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum.
Efesusbrævið 2:22 Efesusbrævið
Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið
og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!
Seinna Sámuelsbók 7:1 Seinna Sámuelsbók
Sum kongurin nú einaferð sat í húsi sínum – HARRIN hevði tá givið honum frið fyri øllum fíggindum hansara rundanum –
Seinna Sámuelsbók 7:2 Seinna Sámuelsbók
segði hann við Natan profet: „Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði; og ørk Guds býr í tjaldi!“
Seinna Sámuelsbók 7:3 Seinna Sámuelsbók
Natan svaraði konginum: „Ger bert alt, ið tú hevur í huga! Tí HARRIN er við tær.“
Seinna Sámuelsbók 7:4 Seinna Sámuelsbók
Men somu nátt kom orð HARRANS til Natan; Hann segði:
Seinna Sámuelsbók 7:8 Seinna Sámuelsbók
Tú skalt tí siga við tænara Mín Dávid: „So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, at vera høvdinga yvir fólki Mínum Ísrael.
Seinna Sámuelsbók 7:9 Seinna Sámuelsbók
Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava.
Seinna Sámuelsbók 7:10 Seinna Sámuelsbók
Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og órættvís menniskju plága tað ikki longur sum áður –
Seinna Sámuelsbók 7:11 Seinna Sámuelsbók
líka frá tí degi Eg setti dómarar yvir fólk Mítt Ísrael – og Eg havi latið teg fingið frið fyri øllum fíggindum tínum. Og nú letur HARRIN teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús.
Seinna Sámuelsbók 7:12 Seinna Sámuelsbók
Táið dagatal títt er fult, og tú hvílir hjá fedrum tínum, skal Eg eftir teg reisa upp son tín, sum skal ganga út frá tær, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara.
Seinna Sámuelsbók 7:13 Seinna Sámuelsbók
Hann skal byggja navni Mínum hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta kongadømi hansara.
Nehemias 2:20 Nehemias
Men eg gav teimum hetta svar: „Gud Himmalsins skal lata tað eydnast okkum, og vit, tænarar Hansara, skulu gera okkum til reiðar og byggja; men tit hava hvørki lut ella rætt ella minni í Jerusalem!“
Esaias 66:1 Esaias
So sigur HARRIN: Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín – hvat hús kunnu tit byggja Mær, og hvar er staðið, ið skuldi kunnað verið bústaður Mín!
Esaias 66:2 Esaias
Hond Mín hevur jú gjørt alt hetta, og soleiðis varð alt hetta til – sigur HARRIN. Men til henda skal Eg venda eyga Mítt, til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum.
Jóhannes 4:23 Jóhannes
Men tann tíð kemur – og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Jákupsbrævið 3:1 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm.
Jákupsbrævið 3:2 Jákupsbrævið
Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum.
Jákupsbrævið 3:3 Jákupsbrævið
Táið vit leggja hestunum boksl í munn, fyri at teir skulu akta okkum, so stýra vit eisini øllum likami teirra.
Jákupsbrævið 3:4 Jákupsbrævið
Hyggið eisini skipini! Tóat tey eru so stór og verða rikin av hørðum vindum, verða tey tó av lítlum róðri stýrd, hagar stýrimaðurin vil.
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið
Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!
Jákupsbrævið 3:7 Jákupsbrævið
Øll náttúra, bæði dýra og fugla, bæði skriðdýra og havdýra, verður tamd og er tamd av náttúru menniskjanna;
Jákupsbrævið 3:8 Jákupsbrævið
men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri!
Jákupsbrævið 3:9 Jákupsbrævið
Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds!
Jákupsbrævið 3:10 Jákupsbrævið
Úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera!
Jákupsbrævið 3:11 Jákupsbrævið
Gevur keldan úr sama uppspringi søtt vatn og beiskt vatn!
Jákupsbrævið 3:12 Jákupsbrævið
Kann fikutræ, brøður mínir, bera oljuber, ella víntræ fikur! – Líka lítið kann sølt kelda geva søtt vatn.
Jákupsbrævið 3:13 Jákupsbrævið
Hvør er vísur og skilagóður tykkara millum? – Hann vísi við góðum atburði verk síni í spakføri vísdóms!
Jákupsbrævið 3:14 Jákupsbrævið
Men hava tit beiska øvund og hug til stríð í hjørtum tykkara, so rósið tykkum ikki og lúgvið ikki móti sannleikanum!
Jákupsbrævið 3:15 Jákupsbrævið
Hesin „vísdómur“ kemur ikki omanífrá, men er av jørðini, av náttúruni, av illum andum.
Jákupsbrævið 3:16 Jákupsbrævið
Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er.
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.
Jákupsbrævið 3:18 Jákupsbrævið
Og ávøkstur rættvísinnar verður í friði sáaður teimum, sum fáa frið í lag.