at byggja hvønn annan upp
28 versir um "at byggja hvønn annan upp"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Orðtøkini 27:17 Orðtøkini
Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
Rómverjabrævið 14:19 Rómverjabrævið
Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars!
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
Hebrearabrævið 3:13 Hebrearabrævið
Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur „í dag“, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar!
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Rómverjabrævið 15:1 Rómverjabrævið
Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar.
Rómverjabrævið 15:2 Rómverjabrævið
Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar – honum til gagn, til uppbygging.
Rómverjabrævið 15:3 Rómverjabrævið
Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði; nei – sum skrivað er: „Háð teirra, ið Teg háðaðu, fall á Meg.“
Rómverjabrævið 15:4 Rómverjabrævið
Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.
Rómverjabrævið 15:5 Rómverjabrævið
Og Gud tolsins og troystarinnar gevi tykkum at semjast tykkara millum – eftir fyridømi Jesu Krists,
Rómverjabrævið 15:6 Rómverjabrævið
so tit av einum hjarta – við einum munni – kunnu prísa Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists!
Rómverjabrævið 15:7 Rómverjabrævið
Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!
Rómverjabrævið 15:8 Rómverjabrævið
Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður – fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar;
Rómverjabrævið 15:9 Rómverjabrævið
men heidningarnir skulu prísa Gudi fyri miskunn – sum skrivað er: „Tí skal eg játta Teg millum heidningar og lovsyngja navni Tínum.“
Rómverjabrævið 15:10 Rómverjabrævið
Uppaftur verður sagt: „Gleðist, tit heidningar, saman við fólki Hansara!“
Rómverjabrævið 15:11 Rómverjabrævið
Og uppaftur: „Lovið Harranum, allir heidningar, og prísið Honum, øll fólk!“
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið
fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
Efesusbrævið 4:13 Efesusbrævið
inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið
Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
Efesusbrævið 4:16 Efesusbrævið
Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!