at broyta navn
15 versir um "at broyta navn"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 62:1 Esaias
Fyri Zions skuld tigi eg ikki, og fyri Jerusalems skuld haldi eg meg ikki kvirran, fyrrenn rættvísi tess rennur upp sum sólskin, og frelsa tess sum brennandi kyndil.
Esaias 62:2 Esaias
Tjóðirnar skulu síggja rættvísi tína, og allir kongar dýrd tína, og tú skalt verða kallað við nýggjum navni, sum muður HARRANS skal nevna.
Esaias 62:3 Esaias
Tú skalt vera føgur krúna í hond HARRANS og kongligt høvuðprýði í hond Guds tíns.
Esaias 62:4 Esaias
Tú skalt ikki longur verða kallað „hin vrakaða“, ei heldur skal land títt longur verða kallað „oyðimørk“; nei, tú skalt eita „hon, ið eg havi hug á“, og land títt skal eita „ektakona“ – tí HARRIN hevur hug á tær, og land títt skal verða tikið til ekta.
Esaias 62:5 Esaias
Tí eins og ungur maður tekur moyggj til ekta, skulu børn tíni taka teg til ekta; og eins og brúðgómur gleðist yvir brúður, skal Gud tín gleðast yvir teg.
Esaias 62:6 Esaias
Á múrar tínar, Jerusalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina – tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið!
Esaias 62:7 Esaias
Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerusalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini!
Esaias 62:8 Esaias
HARRIN hevur svorið um høgru hond Sína og veldiga arm Sín: Eg skal ikki longur geva fíggindum tínum korn títt at eta, ei heldur skulu fremmandir drekka vín títt, sum tú hevur havt sleip av;
Esaias 62:9 Esaias
nei, tey, ið heysta kornið, skulu eta tað – og prísa HARRANUM – og tey, ið savna inn vínið, skulu drekka tað í forgørðum halgidóms Míns.
Esaias 62:10 Esaias
Farið, farið um portrini, ruddið fólkinum vegin! Leggið, leggið veg, ruddið grótið burtur av honum! Reisið merki fyri fólkasløgini!
Esaias 62:11 Esaias
Hoyrið – HARRIN letur tað ljóða líka at enda jarðarinnar: Sigið við dóttur Zion: „Hygg, frelsa tín kemur! Hygg, løn Hansara er við Honum, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!“
Esaias 62:12 Esaias
Og tey skulu kallast „hitt heilaga fólkið“, „endurloystu HARRANS“, og sjálv skalt tú kallast „hin søkta“, „staðurin, ið ikki er yvirgivin.“
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Filippibrævið 3:12 Filippibrævið
Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.