at broyta hjarta títt
56 versir um "at broyta hjarta títt"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Pætursbrævið 2:22 Fyrra Pætursbrævið
sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik,
Fyrra Pætursbrævið 2:23 Fyrra Pætursbrævið
sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið
– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.
Fyrra Pætursbrævið 2:25 Fyrra Pætursbrævið
Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.