at bróta sáttmálar
112 versir um "at bróta sáttmálar"
Versir
Síða 1 av 3Prædikarin 5:4 Prædikarin
Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og heldur tað ikki.
Prædikarin 5:5 Prædikarin
Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: „Eg leyp framav!“ – Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt!
Prædikarin 5:6 Prædikarin
Tí har sum nógvir dreymar eru, er eisini nógv fáfongd, og somuleiðis har sum mong orð eru. – Nei, óttast Gud!
Matteus 19:6 Matteus
So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Matteus 19:9 Matteus
Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið
Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –
Galatiabrævið 3:15 Galatiabrævið
Brøður! Eg tali menniskjaliga: Eingin ger tó til einkis staðfest arvaskjal eins menniskja ella leggur nakað aftrat tí.
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Ezekiel 16:1 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 16:2 Ezekiel
Menniskjasonur! Minn Jerusalem á viðurstygdir tess
Ezekiel 16:3 Ezekiel
– sig: So sigur Harrin HARRIN við Jerusalem: Uppruni tín er úr Kána’anitalandi, haðani ert tú ættað; Amoritur var faðir tín, og hetitisk kvinna móðir tín.
Ezekiel 16:4 Ezekiel
Táið tú vart fødd, gekk so: Ikki varð nalvastrongur tín avskorin, tann dag tú vart fødd, ikki vart tú vaskað rein í vatni, ikki gníggjað við salti og ikki sveipað í sveip.
Ezekiel 16:5 Ezekiel
Ongum, ið sá teg, tykti so mikla synd í tær, at hann gjørdi nakað slíkt við teg og vísti tær miskunn; nei, tú vart kastað út á markina, tann dag tú vart fødd; so lítið varð lív títt virt.
Ezekiel 16:6 Ezekiel
Tá gekk Eg fram á teg og sá teg sprakla í blóði tínum, og Eg segði við teg: „Tú, sum liggur har í blóði tínum – liv!“
Ezekiel 16:7 Ezekiel
Eg gjørdi teg til mong túsund, sum urtirnar á markini, og tú vaks og komst til og vart ógvuliga vøkur; bróstini vórðu føst, og hár títt vaks. Men tú vart nakin og ber.
Ezekiel 16:8 Ezekiel
Tá gekk Eg fram á teg og sá teg, og Eg fekk at síggja, at tíð tín var komin, elskhugatíð tín; Eg breiddi kappa Mín yvir teg og fjaldi skomm tína, og Eg svór tær trúskap og gjørdi sáttmála við teg – sigur Harrin HARRIN – tú vart Mín.
Ezekiel 16:9 Ezekiel
So vaskaði Eg tær í vatni, skolaði blóðið av tær og salvaði teg við olju.
Ezekiel 16:10 Ezekiel
Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki.
Ezekiel 16:11 Ezekiel
Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.
Ezekiel 16:12 Ezekiel
Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.
Ezekiel 16:13 Ezekiel
Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.
Ezekiel 16:14 Ezekiel
Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið Eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 16:15 Ezekiel
Men tú dúvaði upp á vakurleika tín og dreivst hor – í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum upp á ein og hvønn, ið kom framvið – honum gavst tú teg.
Ezekiel 16:16 Ezekiel
Tú tókst av klæðum tínum og gjørdi tær offurheyggjar í ymiskum litum og dreivst hor á teimum – slíkt, sum ikki hevur hent og ei heldur fer at henda!
Ezekiel 16:17 Ezekiel
Vakra skart títt – gull og silvur Mítt, sum Eg hevði givið tær – tókst tú og gjørdi tær mannfólkamyndir, sum tú dreivst hor við.
Ezekiel 16:18 Ezekiel
Út yvir tær breiddi tú klæði tíni, sum vóru vovin í ymiskum litum, og olju Mína og roykilsi Mítt setti tú fyri tær.
Ezekiel 16:19 Ezekiel
Breyð Mítt, sum Eg hevði givið tær, fínamjølið, oljuna og hunangin, sum Eg gav tær at eta, setti tú fyri tær til góðan anga – so gekk, sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 16:20 Ezekiel
Tú tókst synir og døtur tínar, sum tú hevði føtt Mær, og ofraði tey, teimum til føði. Var tað ikki nóg mikið, at tú dreivst hor,
Ezekiel 16:21 Ezekiel
síðani tú drapst børn Míni og gavst tey burtur – lætst tey ganga gjøgnum eldin, teimum til heiður!
Ezekiel 16:22 Ezekiel
Í øllum andstygdum og hori tínum mintist tú ikki ungdómsdagar tínar, táið tú vart nakin og ber og lást og spraklaði í blóði tínum.
Ezekiel 16:23 Ezekiel
Og oman á allan henda óndskap tín – vei, vei tær! sigur Harrin HARRIN –
Ezekiel 16:24 Ezekiel
reisti tú tær hvølv* og gjørdi tær offurheyggj á hvørjum torgi.**
Ezekiel 16:25 Ezekiel
Á hvørjum vegamóti bygdi tú tær offurheyggj og vanærdi vakurleika tín; tú legði sundur beinini fyri øllum, ið framvið komu, ja, tú dreivst hor í heilum.
Ezekiel 16:26 Ezekiel
Tú dreivst hor við Egyptum, limastóru grannum tínum, ja, tú dreivst hor í heilum og eggjaði Meg soleiðis til vreiði.
Ezekiel 16:27 Ezekiel
Men tá rætti Eg út hondina móti tær og minkaði um tað, ið Eg hevði ætlað tær, og Eg læt tær, ið hataðu teg, sleppa at gera við teg, sum tær vildu – Filistaradøturnar, sum høvdu skomm av skemdaratburði tínum.
Ezekiel 16:28 Ezekiel
Síðani dreivst tú hor við Assýringum – tí ikki mettaðist tú; tú dreivst hor við teimum og mettaðist ikki kortini.
Ezekiel 16:29 Ezekiel
Og tú útbreiddi horulív títt líka til keypmannalandið – Kaldea; men heldur ikki tá mettaðist tú.
Ezekiel 16:30 Ezekiel
– Sum hjarta títt var følið – sigur Harrin HARRIN – táið tú gjørdi alt hetta, slíkt, sum eingin uttan skammleys skøkja ger
Ezekiel 16:31 Ezekiel
– táið tú á hvørjum vegamóti reisti tær hvølv og á hvørjum torgi gjørdi tær offurheyggj! Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, tí tú legði líka í skøkjuløn –
Ezekiel 16:32 Ezekiel
horkvinna tín, sum tekur ímóti fremmandum í staðin fyri ímóti manni tínum!
Ezekiel 16:33 Ezekiel
Øllum skøkjum geva teir løn; men tú gavst øllum ástvinum tínum gávur og keypti teir til at koma til tín úr øllum ættum og dríva hor við tær.
Ezekiel 16:34 Ezekiel
Og við tær var tað, tvørturímóti sum er við øðrum kvinnum: Eingin rann eftir tær til at dríva hor, men tú lætst skøkjuløn og fekst onga sjálv – tú gjørdi, tvørturímóti sum aðrar.
Ezekiel 16:35 Ezekiel
Hoyr tí orð HARRANS, skøkja tín!
Ezekiel 16:36 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú hevur verið so óstýrilig í ólevnaði tínum og lyft hevur verðið burtur av blygd tíni, táið tú dreivst hor við bólarum tínum, og aftur fyri allar hinar viðurstyggiligu avgudar, ið tú hevur, og blóð barna tína, sum tú hevur givið teimum
Ezekiel 16:37 Ezekiel
– ja, tí skal Eg savna saman allar bólarar tínar, sum tú vart til gleði, bæði allar teir, ið tú elskaði, og allar teir, ið tú hataði – Eg skal savna teir saman ímóti tær úr øllum ættum og lyfta burtur av blygd tíni framman fyri teimum, so teir síggja hana, alla sum hon er.
Ezekiel 16:38 Ezekiel
Eg skal døma teg, sum kvinnur verða dømdar, ið dríva hor og úthella blóð, og Eg skal í vreiði Míni og álvara Mínum gera teg til blóð.
Ezekiel 16:39 Ezekiel
Eg skal geva teg í hendur teirra, og teir skulu ríva niður hvølv títt, bróta niður offurheyggjar tínar, lata teg úr klæðunum, taka dýra skart títt og lata teg liggja har nakna og bera.
Ezekiel 16:40 Ezekiel
Teir skulu kalla saman fólkaskara móti tær og steina teg og høgga teg sundur við svørðum sínum.
Ezekiel 16:41 Ezekiel
Teir skulu brenna hús tíni av og halda dóm yvir tær, so mangar kvinnur síggja. Eg skal gera enda á horulívi tínum, og tú skalt ikki hereftir koma at lata skøkjuløn.
Ezekiel 16:42 Ezekiel
Soleiðis skal Eg svala bræði Míni á tær, og so skal vreiði Mín víkja frá tær, og Eg skal halda Meg stillan og ikki vera illur longur.