at brenna roykilsi
13 versir um "at brenna roykilsi"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 30:7 Onnur Mósebók
Áron skal brenna angandi roykilsi á tí; hvønn morgun, táið hann ger lampurnar í stand, skal hann brenna tað.
Onnur Mósebók 30:8 Onnur Mósebók
Sama skal hann gera, táið hann um sólsetur setur lampurnar upp; hetta skal vera hitt dagliga roykilsisofrið fyri ásjón HARRANS, mann eftir mann.
Onnur Mósebók 30:9 Onnur Mósebók
Tit mugu einki fremmant roykilsi ofra á tí, ei heldur brennioffur ella matoffur, og tit mugu ikki hella drykkjuoffur á tað.
Triðja Mósebók 10:1 Triðja Mósebók
Men tveir av sonum Áron, Nadab og Abihu, tóku hvør sína eldpannu, lótu gløður í tær og løgdu roykilsi á gløðurnar og bóru fram fyri ásjón HARRANS fremmandan eld, sum Hann einki boð hevði givið teimum um.
Triðja Mósebók 10:2 Triðja Mósebók
Tá gekk út eldur frá ásjón HARRANS og oyddi teir, so teir doyðu fyri ásjón HARRANS.
Triðja Mósebók 16:12 Triðja Mósebók
So skal hann taka eldpannu, fulla av glóðum av altarinum, ið stendur fyri ásjón HARRANS, og tveir nevar av stoyttum, angandi roykilsi, og bera tað inn um forhangið.
Triðja Mósebók 16:13 Triðja Mósebók
Hann skal leggja roykilsið á eldin fyri ásjón HARRANS, so roykurin av roykilsinum fjalir náðistólin, sum er yvir vitnisburðinum – fyri at hann skal ikki doyggja.
Sálmarnir 141:2 Sálmarnir
Lat bøn mína verða roknaða sum roykoffur fyri ásjón Tíni, upplyftu hendur mínar sum kvøldoffur!
Malakias 1:11 Malakias
Tí frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Lukas 1:10 Lukas
Øll mannfjøldin helt bøn uttanfyri, meðan roykilsisofrið varð borið fram.
Opinberingin 5:8 Opinberingin
Táið tað tók bókrulluna, fullu hinar fýra verurnar og hinir 24 elstu niður fyri lambinum, hvørt við hørpu síni og við gullskálum, fullum av roykilsi, sum er bønir hinna heilagu.
Opinberingin 8:3 Opinberingin
Annar eingil kom og stóð við altarið; hann hevði roykilsisílat av gulli, og honum varð givið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftrat bønum alra hinna heilagra á gullaltarið framman fyri hásætið.
Opinberingin 8:4 Opinberingin
Úr hond eingilsins steig roykurin av roykilsinum við bønum hinna heilagra upp fyri ásjón Guds.