At bjarga
10 versir um "At bjarga"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 13:22 Orðtøkini
Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.
Orðtøkini 21:20 Orðtøkini
Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Fyrsta Mósebók 41:34 Fyrsta Mósebók
Tað skuldi Farao gjørt, og so sett umsjónarmenn yvir landið og tikið fimtingin av grøðini í Egyptalandi, tey sjey árini ið yvirflóðin verður.
Fyrsta Mósebók 41:35 Fyrsta Mósebók
Teir skulu, hesi góðu árini ið koma, savna alt, ið kann duga til føði, og dunga saman korn til føði í býunum – sum ogn Faraos – og ansa eftir tí.
Fyrsta Mósebók 41:36 Fyrsta Mósebók
Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey sjey hungursárini, ið koma skulu á Egyptaland, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum.“
Orðtøkini 13:11 Orðtøkini
Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Fyrra Korintbrævið 16:2 Fyrra Korintbrævið
Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav – sum honum nú ber til – so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.