at bíða eftir Harranum

21 versir um "at bíða eftir Harranum"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 27:14 Sálmarnir

– Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!

5
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

5
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir

Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!

3
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir

Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!

3
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir

Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.

3
Sálmarnir 130:5 Sálmarnir

Eg vóni á HARRAN, sál mín vónar, og eg bíði eftir orði Hansara.

3
Esaias 30:18 Esaias

Tí drálar HARRIN at náða tykkum, og tí heldur Hann Seg langt burtur – á hæddini – við miskunn Síni móti tykkum; tí HARRIN er Gud dómsins – sæl eru øll tey, sum bíða eftir Honum.

3
Habakkuk 2:3 Habakkuk

Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.

3
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir

Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,

2
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir

leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.

2
Sálmarnir 33:20 Sálmarnir

Eftir HARRANUM bíðar sál okkara, Hann er hjálp og skjøldur okkara.

2
Sálmarnir 37:34 Sálmarnir

Bíða eftir HARRANUM og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verda týnd.

2
Sálmarnir 40:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur.

2
Sálmarnir 62:5 Sálmarnir

Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.

2
Esaias 8:17 Esaias

Eg bíði eftir HARRANUM, Honum, sum nú fjalir ásjón Sína fyri húsi Jákups – til Hansara stendur vón mín.

2
Esaias 64:4 Esaias

Tú kemur ímóti teimum, sum gera rættvísi við gleði, teimum, ið minnast Teg á leiðum Tínum. Men Tú vart vreiður, og vit syndaðu – so hevur staðið við, og kundu vit tá verða frelst!

2
Sorgarsongirnir 3:25 Sorgarsongirnir

HARRIN er teimum góður, sum bíða eftir Honum, tí sál, ið søkir Hann.

2
Sorgarsongirnir 3:26 Sorgarsongirnir

Tað er gott, at ein bíðar stillur eftir frelsu HARRANS.

2
Mika 7:7 Mika

Men eg skal skoða út eftir HARRANUM, bíða eftir Gudi frelsu mínar; Gud mín skal hoyra meg.

2
Jákupsbrævið 5:7 Jákupsbrævið

So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.

2
Jákupsbrævið 5:8 Jákupsbrævið

– Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær!

2