at bíða

18 versir um "at bíða"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 27:14 Sálmarnir

– Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!

7
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

7
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir

Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!

6
Esaias 30:18 Esaias

Tí drálar HARRIN at náða tykkum, og tí heldur Hann Seg langt burtur – á hæddini – við miskunn Síni móti tykkum; tí HARRIN er Gud dómsins – sæl eru øll tey, sum bíða eftir Honum.

5
Mika 7:7 Mika

Men eg skal skoða út eftir HARRANUM, bíða eftir Gudi frelsu mínar; Gud mín skal hoyra meg.

5
Sálmarnir 33:20 Sálmarnir

Eftir HARRANUM bíðar sál okkara, Hann er hjálp og skjøldur okkara.

4
Sálmarnir 130:5 Sálmarnir

Eg vóni á HARRAN, sál mín vónar, og eg bíði eftir orði Hansara.

4
Orðtøkini 20:22 Orðtøkini

Sig ikki: „Eg skal løna ilt við illum!“ – Bíða eftir HARRANUM, so hjálpir Hann tær!

4
Ápostlasøgan 1:4 Ápostlasøgan

Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerusalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – „sum tit“, segði Hann, „hava hoyrt Meg tala um.

4
Jákupsbrævið 5:7 Jákupsbrævið

So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.

4
Jákupsbrævið 5:8 Jákupsbrævið

– Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær!

4
Sálmarnir 38:15 Sálmarnir

ja, eg eri sum maður, ið ikki hoyrir, og sum ikki hevur aftursvar í munninum.

3
Sálmarnir 62:5 Sálmarnir

Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.

3
Sorgarsongirnir 3:25 Sorgarsongirnir

HARRIN er teimum góður, sum bíða eftir Honum, tí sál, ið søkir Hann.

3
Sálmarnir 130:6 Sálmarnir

Sál mín tráar eftir Harranum, meir enn vaktari eftir morgni, vaktari eftir morgni.

2
Sorgarsongirnir 3:26 Sorgarsongirnir

Tað er gott, at ein bíðar stillur eftir frelsu HARRANS.

2
Habakkuk 2:3 Habakkuk

Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.

2
Rómverjabrævið 8:25 Rómverjabrævið

Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.

2