at berjast / dragast við okkurt

16 versir um "at berjast / dragast við okkurt"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.

34
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið

Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.

19
Opinberingin 21:3 Opinberingin

Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: „Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.

12
Opinberingin 21:4 Opinberingin

Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“

12
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið

Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,

9
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið

tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –

9
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið

og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.

9
Jóhannes 15:12 Jóhannes

Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum.

7
Jóhannes 15:13 Jóhannes

Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.

7
Jóhannes 15:14 Jóhannes

Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir.

7
Jóhannes 15:15 Jóhannes

Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.

7
Jóhannes 15:16 Jóhannes

Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.

7
Jóhannes 15:17 Jóhannes

Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan.

7
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

6
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

5
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

5