at bera gleðiboðskapin

13 versir um "at bera gleðiboðskapin"

Versir

Síða 1 av 1
Markus 16:15 Markus

Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!

5
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

4
Matteus 28:19 Matteus

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,

4
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“

3
Filemonarbrævið 1:6 Filemonarbrævið

fyri at felagsskapur tín í trúnni kann verða virksamur fyri Kristus í hinum fulla kunnleika um alt hitt góða, sum í tykkum er.

3
Ezekiel 33:8 Ezekiel

Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú gudleysi, tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú ikki talar og ávarar hin gudleysa um atburð hansara, so skal hann – hin gudleysi – doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni.

2
Matteus 28:20 Matteus

og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Ápostlasøgan 20:24 Ápostlasøgan

Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi – at vitna um náðievangelium Guds.

2
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:13 Fyrra Timoteusarbrævið

Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi!

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

2