at avdúka villulærarar
25 versir um "at avdúka villulærarar"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Matteus 7:16 Matteus
Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!
Matteus 7:17 Matteus
Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.
Matteus 7:18 Matteus
Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.
Matteus 7:19 Matteus
Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.
Matteus 7:20 Matteus
Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið
Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið
Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið
tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
Galatiabrævið 1:6 Galatiabrævið
Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium –
Galatiabrævið 1:7 Galatiabrævið
sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar.
Galatiabrævið 1:8 Galatiabrævið
Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!
Galatiabrævið 1:9 Galatiabrævið
Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið
Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Judasarbrævið 1:4 Judasarbrævið
Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn, sum langt síðani er skrivað um frammanundan, at tey skulu falla undir henda dóm: Gudleys, ið misbrúka náði Guds okkara til skammloysi og avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus.