at arbeiða yvirtíð
6 versir um "at arbeiða yvirtíð"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 23:4 Orðtøkini
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Orðtøkini 14:23 Orðtøkini
Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Jóhannes 10:10 Jóhannes
Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.