at arbeiða sunnudag
20 versir um "at arbeiða sunnudag"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 35:2 Onnur Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera tykkum heilagur hvíludagur, háheilagur sabbatur fyri HARRANUM; hvør tann, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal lata lív.
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Fjórða Mósebók 15:32 Fjórða Mósebók
Meðan Ísraelsmenn vóru í oyðimørkini, raktu teir við, at ein maður sankaði brenni sabbatsdag.
Fjórða Mósebók 15:33 Fjórða Mósebók
Teir, ið komu fram á hann, meðan hann sankaði brenni, leiddu hann fram fyri Móses og Áron og alla samkomuna.
Fjórða Mósebók 15:34 Fjórða Mósebók
Og teir settu hann fastan; tí einki serskilt boð var givið um, hvat ið gerast skuldi við hann.
Fjórða Mósebók 15:35 Fjórða Mósebók
Tá segði HARRIN við Móses: „Hasin maður skal lata lív; øll samkoman skal steina hann uttan fyri tilhaldið!“
Fjórða Mósebók 15:36 Fjórða Mósebók
Øll samkoman fór tá út um tilhaldið við honum og steinaði hann til deyða – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Fjórða Mósebók 15:37 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 15:38 Fjórða Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir, at teir mann eftir mann skulu gera sær duskar á hornini á klæðum sínum og seta blátt band á hvønn duskin!
Fjórða Mósebók 15:39 Fjórða Mósebók
Hesar duskar skulu tit hava, fyri at tit, táið tit hyggja á teir, skulu minnast øll boð HARRANS og halda tey og ikki lata tykkum villleiða av hjørtum tykkara ella eygum tykkara, sum lokka tykkum til trúleyst fráfall.
Fjórða Mósebók 15:40 Fjórða Mósebók
Tí Eg vil, at tit skulu minnast øll boð Míni og halda tey og vera heilag fyri Gudi tykkara.
Fjórða Mósebók 15:41 Fjórða Mósebók
Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi til at vera Gud tykkara. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!“
Jóhannes 5:17 Jóhannes
Men Jesus svaraði teimum: „Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við.“
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið
Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
Kolossibrævið 2:17 Kolossibrævið
Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.
Markus 2:27 Markus
Og Hann segði við teir: „Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld.
Ápostlasøgan 20:7 Ápostlasøgan
Fyrsta dagin í vikuni vóru vit tá komin saman at bróta breyðið, og Paulus helt samtalur við teir, við tað at hann dagin eftir ætlaði at fara haðani. Hann helt á at tala líka til midnátt.