at arbeiða ov nógv
11 versir um "at arbeiða ov nógv"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Sálmarnir 127:2 Sálmarnir
Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur!
Prædikarin 4:4 Prædikarin
Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. – Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Prædikarin 4:5 Prædikarin
Dárin leggur hendurnar í fangið og etur upp seg sjálvan.
Prædikarin 4:6 Prædikarin
Ja, betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!
Prædikarin 4:7 Prædikarin
Og eg sá meiri enn av fáfongd undir sólini:
Prædikarin 4:8 Prædikarin
Mangur er, sum stendur einsligur og ongan annan hevur hjá sær, hvørki son ella bróður; og kortini er eingin endi á øllum strevi hansara; og eygu hansara mettast ikki av ríkidømi. – Og fyri hvønn pøsi eg meg og nokti mær sjálvum alt gott? – Eisini hetta er fáfongd, og troyttandi strev er tað.
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Jóhannes 5:30 Jóhannes
Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!