at ansa næsta tínum
4 versir um "at ansa næsta tínum"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 10:33 Lukas
Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.
Lukas 10:34 Lukas
Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann.
Lukas 10:35 Lukas
Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.“
Lukas 10:36 Lukas
Hvør av hesum trimum, tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“