at ansa einkjum

56 versir um "at ansa einkjum"

Versir

Síða 2 av 2
Rutt 2:12 Rutt

HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!“

2
Rutt 2:13 Rutt

Hon segði: „So havi eg tá funnið náði fyri eygum tínum, harri, síðani tú hevur troystað meg og tosað blídliga við tænastukvinnu tína – men tað er aldri so frægt, at eg eri sum ein av kvinnunum, ið eru í tænastu hjá tær!“

2
Rutt 2:14 Rutt

Táið tíðin kom, at tey fóru at eta, segði Boaz við hana: „Kom higar og fá tær av breyðinum og dyppa bitan í vínið!“ So setti hon seg hjá teimum, ið heystaðu inn, og hann rætti henni bakað korn, so at hon át seg metta, og av leyp hjá henni aftrat.

2
Rutt 2:15 Rutt

Síðani reistist hon aftur og fór at sanka. Og Boaz segði við tænarar sínar: „Loyvið henni eisini at sanka millum bundini, og gerið henni einki,

2
Rutt 2:16 Rutt

ja, tit skulu eisini toga øks út úr bundunum til hennara og lata tey liggja, so hon fær tey at sanka upp – og tit mugu ikki deila hana!“

2
Jóhannes 19:26 Jóhannes

Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: „Kvinna, hygg sonur tín!“

2