astrologi
33 versir um "astrologi"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 4:19 Fimta Mósebók
Táið tú lyftir eygum tínum móti himli og sært sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himmalsins, varða teg tá, at tú letur teg ikki dára, so tú tilbiður og dýrkar tey – tey, ið HARRIN Gud tín hevur givið øllum tjóðum undir øllum himlinum!
Esaias 47:13 Esaias
Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum – lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma!
Esaias 47:14 Esaias
Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um!
Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Triðja Mósebók 19:26 Triðja Mósebók
Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Jeremias 10:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!
Dániel 2:27 Dániel
Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.
Dániel 2:28 Dániel
Men Gud er í Himli, sum opinberar loyndardómar, og Hann hevur kunngjørt Nebukadnezar kongi tað, ið henda skal á síðstu døgum. – Hetta var dreymurin, og hetta vóru sjónirnar, ið fram fyri teg komu á legu tíni:
Dániel 4:7 Dániel
Teir komu tá inn, spámenninir, andamanararnir, Kaldeararnir og stjørnutýðararnir, og eg segði teimum dreymin; men teir vóru ikki førir fyri at týða mær hann.
Fimta Mósebók 17:2 Fimta Mósebók
Táið onkustaðni hjá tær, í einum av býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, er maður ella kvinna, sum ger tað, ið ónt er í eygum HARRANS Guds tíns, so hann brýtur sáttmála Hansara
Fimta Mósebók 17:3 Fimta Mósebók
og móti boði Mínum fer og dýrkar aðrar gudar og tilbiður teir ella sólina, mánan ella allan her himmalsins,
Fimta Mósebók 17:4 Fimta Mósebók
og hetta verður sagt tær, so tú fært at frætta tað, tá skalt tú granska tað gjølla, og er tað tá satt, er tað vist og vitnisfast, at nakað so viðurstyggiligt er gjørt í Ísrael,
Fimta Mósebók 17:5 Fimta Mósebók
so skalt tú leiða mannin ella kvinnuna, ið hesa illgerð hevur gjørt, út at býportrinum, og – tað veri nú maður ella kvinna – tú skalt steina tey til deyða.
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fimta Mósebók 18:13 Fimta Mósebók
Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
Fimta Mósebók 18:14 Fimta Mósebók
Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt.
Fyrra Krønikubók 10:13 Fyrra Krønikubók
Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
Fyrra Krønikubók 10:14 Fyrra Krønikubók
– Men HARRAN spurdi hann ikki til ráðs; tí læt Hann hann doyggja, og síðani læt Hann Dávid, son Ísai, fáa kongadømið.
Sálmarnir 19:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Esaias 47:12 Esaias
Stíg tá fram við gyklingum tínum og hinum mongu gandabrøgdum tínum, sum tú hevur pøst teg við, frá tí tú vart ung! Kanska tú kanst hjálpa tær við teimum, kanska tú kundi stygt burt vanlukkuna!
Esaias 47:15 Esaias
So gongst tær við teimum, ið tú hevur gjørt tær ómak fyri, teimum, ið hava handlað við teg, frá tí tú vart ung – teir renna higar og hagar, hvør í ætt sína, og har er eingin, ið frelsir teg.
Jeremias 10:3 Jeremias
Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;
Dániel 1:20 Dániel
Og altíð táið kongurin spurdi teir um okkurt, sum vísdómur og skil kravdi til, sá hann, at teir vóru tíggju ferðir so vísir sum allir spámenn og andamanarar í øllum ríki hansara.
Amos 5:8 Amos
Hann, sum hevur skapt Sjeystjørnuna og Orion, ger deyðaskuggan til morgun og ger dagin myrkan sum náttina – Hann, sum rópar vatnið í sjónum og stoytir tað út yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara!
Mika 5:12 Mika
Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.