Assyria

33 versir um "Assyria"

Versir

Síða 1 av 1
Hoseas 11:5 Hoseas

Hann skal ikki fara aftur til Egyptalands, nei, Assur skal vera kongur hansara – tí tey vildu ikki venda við!

3
Fyrsta Mósebók 2:14 Fyrsta Mósebók

Triðja áin eitur Hiddekel; tað er hon, ið rennur eystan fyri Assur. Fjórða áin er Frat.

2
Seinna Kongabók 15:29 Seinna Kongabók

Á døgum Peka ísraelskongs kom Tiglat-Pileser, kongurin í Assýria, og tók Ijon, Abel-Bet-Ma’aka, Janoa, Kedes, Hazor, Gilead og Galilea – alt Naftaliland – og flutti fólkið burtur til Assýria.

2
Seinna Kongabók 17:24 Seinna Kongabók

Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri Ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har.

2
Seinna Kongabók 17:25 Seinna Kongabók

Men ta fyrstu tíðina ið tey búðu har, óttaðust tey ikki HARRAN; tí sendi HARRIN leyvur ímillum teirra, sum drópu tey.

2
Seinna Kongabók 17:26 Seinna Kongabók

Kongurin í Assýria fekk tá boð um hetta: „Fólkini, ið tú flutti burtur og lætst búsetast í býum Samaria, vita ikki, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast; tí hevur Hann sent leyvur ímillum teirra, sum drepa tey, av tí at tey vita ikki, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast.“

2
Seinna Kongabók 17:27 Seinna Kongabók

Tá gav kongurin í Assýria hetta boð: „Latið ein av prestunum, ið tit hava flutt burtur haðani, fara hagar! Teir* skulu fara og búsetast har, so hann kann læra tey, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast.“

2
Fyrra Krønikubók 5:26 Fyrra Krønikubók

Tá eggjaði Gud Ísraels upp móti teimum anda assýriakonganna Puls og Tilgat-Pilnesers; og hann* herleiddi teir, bæði Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse, og flutti teir til Hala, Habor, Hara og Gozansá – har teir eru enn í dag.

2
Esaias 19:23 Esaias

Tann dag skal lagdur vegur vera úr Egyptalandi til Assýria; Assýringar skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assýria, og Egyptaland skal tæna HARRANUM saman við Assýria.

2
Esaias 19:24 Esaias

Tann dag skal Ísrael vera sjálvurtriði, saman við Egyptalandi og Assýria – vera signing mitt á jørðini,

2
Esaias 19:25 Esaias

sum HARRIN Gud herskaranna signar við hesum orðum: Signað veri Egyptaland, fólk Mítt, Assýria, handaverk Mítt, og Ísrael, arvur Mín!

2
Esaias 36:1 Esaias

Fjúrtanda árið ið Ezekias kongur sat við stýrið, fór Sankerib kongur í Assýria móti øllum hinum víggirdu býunum í Juda og tók teir.

2
Esaias 36:2 Esaias

Kongurin í Assýria sendi so Rabsake við stórum heri úr Lakis til Jerusalem móti Ezekiasi kongi; hann gjørdi steðg við vatnveitingina úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll.

2
Esaias 36:3 Esaias

Tá fór Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, út til hansara saman við Sebna ríkisskrivara og Jóa søguskrivara, syni Asaf.

2
Esaias 36:4 Esaias

Rabsake segði við teir: „Sigið við Ezekias: „So sigur stóri kongur, kongurin í Assýria: Hvat er hetta fyri trygd, ið á teg er komin?

2
Esaias 36:5 Esaias

Tú manst halda, at púrt og bert orð er tað sama sum ráð og styrki í hernaði! Og hvønn er tað so, tú lítur á, síðani tú hevur sett teg upp móti mær?

2
Esaias 36:6 Esaias

Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, sum rennir seg inn í hond hansara, ið styðjar seg á hann! Slíkur er Farao, kongurin í Egyptalandi, øllum, ið líta á hann.

2
Esaias 36:7 Esaias

Ella tú sigur kanska við meg: „Tað er HARRAN Gud okkara, vit líta á!“ – Men er tað ikki offurheyggjar og altar Hansara, Ezekias hevur tikið burt, táið hann segði við Juda og Jerusalem: „Framman fyri hetta altar skulu tit tilbiðja“?“

2
Esaias 36:8 Esaias

Men kom nú og vedda við harra mín, kongin í Assýria: Eg skal lata teg fáa 2000 hestar, um tú kanst koma við monnum at ríða á teimum!

2
Esaias 36:9 Esaias

Hvussu hugsar tú tá at kunna reka aftur so mikið sum ein høvuðsmann, ein hin minsta tænara harra míns? Tí lítur tú á Egyptaland og vónar at fáa vagnar og hestmenn haðani.

2
Esaias 36:10 Esaias

Heldur tú nú, at eg eri farin móti hesum landi at leggja tað í oyði, uttan at HARRIN hevur viljað tað? Nei, tað var HARRIN sjálvur, sum segði við meg: „Far móti hesum landi og legg tað í oyði!““

2
Esaias 36:11 Esaias

Tá søgdu Eljakim, Sebna og Jóa við Rabsake: „Tosa kortini áramaiskt við tænarar tínar, tí vit skilja tað málið, og tosa ikki judeiskt við okkum, meðan menninir á múrinum hoyra!“

2
Esaias 36:12 Esaias

Men Rabsake svaraði: „Er tað við harra tín og teg, harri mín hevur sent meg at tala hesi orð! Er tað ikki við menninar, ið sita á múrinum, og sum saman við tykkum koma at noyðast at eta sítt egna skarn og drekka sítt egna land!“

2
Esaias 36:13 Esaias

Og Rabsake steig fram og rópti hart á judeiskum máli: „Hoyrið tað, ið stóri kongur, kongurin í Assýria, talar!

2
Esaias 36:14 Esaias

So sigur kongur: „Latið ikki Ezekias villleiða tykkum, tí hann er ikki mentur at frelsa tykkum!

2
Esaias 36:15 Esaias

Og latið ikki Ezekias fáa tykkum at seta lít tykkara til HARRAN, táið hann sigur: „HARRIN skal vissuliga frelsa okkum, og hesin býur skal ikki verða givin assýriakongi í hendur!““

2
Esaias 36:16 Esaias

Lurtið ikki eftir Ezekiasi! Tí so sigur kongurin í Assýria: „Gerið frið við meg, og gevið tykkum upp til mín! So skal ein og hvør tykkara sleppa at eta av víntræi sínum og fikutræi sínum og drekka vatnið úr brunni sínum

2
Esaias 36:17 Esaias

– inntil eg komi og taki tykkum við til land, ið líkist landi tykkara, land við korni og vínberjaløgi, land við breyði og víngørðum.

2
Esaias 36:18 Esaias

Latið ikki Ezekias villleiða tykkum við at siga: „HARRIN skal frelsa okkum!“ – Man nakar gudur tjóðanna hava verið mentur at frelsa land sítt undan hond assýriakongs!

2
Esaias 36:19 Esaias

Hvar eru gudar Hamats og Arpads! Hvar eru gudar Sefarvajims! Mundu gudar Samaria frelsa tað undan hond míni!

2
Esaias 36:20 Esaias

Hvør av øllum gudunum í hesum londum hevur frelst land sítt undan hond míni! Skuldi tá HARRIN kunnað frelst Jerusalem undan hond míni!““

2
Esaias 36:21 Esaias

– Men teir tagdu og øntu honum ikki aftur; tí kongurin hevði givið hetta boð: „Tit mugu ikki svara honum!“

2
Esaias 36:22 Esaias

So fóru Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, Sebna ríkisskrivari og Jóa søguskrivari, sonur Asaf, við sundurskræddum klæðum til Ezekias og bóru honum boð um tað, ið Rabsake hevði sagt.

2