ásna Báleans
14 versir um "ásna Báleans"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 22:22 Fjórða Mósebók
Men vreiði Guds tendraðist, tí hann fór, og eingil HARRANS kom og stóð á vegnum at forða honum, nú hann kom ríðandi á esli sínum og hevði báðar tænarar sínar við sær.
Fjórða Mósebók 22:23 Fjórða Mósebók
Táið nú eslið sá eingil HARRANS standa á vegnum við drignum svørði í hondini, fór tað av vegnum og inn á markina; men Bileam sló eslið fyri at fáa tað aftur á vegin.
Fjórða Mósebók 22:24 Fjórða Mósebók
Tá fór eingil HARRANS og stóð á smølum vegi millum víngarðarnar, har grótgarður var báðumegin.
Fjórða Mósebók 22:25 Fjórða Mósebók
Táið eslið sá eingil HARRANS, trongdi tað seg inn at garðinum og kroysti fót Bileams móti garðinum; og hann sló tað uppaftur.
Fjórða Mósebók 22:26 Fjórða Mósebók
Eingil HARRANS fór nú longur og stóð á trongum staði, har ómøguliga slapst til viks, hvørki til høgru ella vinstru.
Fjórða Mósebók 22:27 Fjórða Mósebók
Táið eslið sá eingil HARRANS, legði tað seg við Bileam. Tá tendraðist vreiði Bileams, og hann fór at sláa eslið við stavinum.
Fjórða Mósebók 22:28 Fjórða Mósebók
Men HARRIN læt munnin upp á eslinum, og tað segði við Bileam: „Hvat havi eg gjørt tær – tú hevur nú tríggjar ferðir sligið meg!“
Fjórða Mósebók 22:29 Fjórða Mósebók
Bileam svaraði eslinum: „Tú hevur hildið meg fyri spott! Hevði eg bert havt svørð í hondini, so skuldi eg nú dripið teg!“
Fjórða Mósebók 22:30 Fjórða Mósebók
Tá segði eslið við Bileam: „Eri eg ikki esil títt, sum tú hevur riðið á alla tíð tína líka til henda dag! Havi eg nakrantíð verið vant at bera meg so at við teg?“ Hann svaraði: „Nei!“
Fjórða Mósebók 22:31 Fjórða Mósebók
Nú læt HARRIN upp eygu Bileams, so hann sá eingil HARRANS, sum stóð á vegnum við drignum svørði í hondini; tá boygdi hann seg og fall niður á andlit sítt.
Fjórða Mósebók 22:32 Fjórða Mósebók
Men eingil HARRANS segði við hann: „Hví hevur tú nú tríggjar ferðir sligið esil títt? Tað eri eg, sum eri gingin út at forða tær; tí eg síggi, at hesin vegur leiðir til undirgang.
Fjórða Mósebók 22:33 Fjórða Mósebók
Eslið sá meg og hevur nú tríggjar ferðir hildið av vegnum fyri mær; hevði tað ikki hildið av vegnum fyri mær, so hevði eg nú dripið teg, men latið tað livað!“
Fjórða Mósebók 22:34 Fjórða Mósebók
Tá segði Bileam við eingil HARRANS: „Eg havi syndað; tí eg visti ikki, at tú stóðst mær ímóti á vegnum; men er tað tær ímóti, so skal eg venda aftur.“
Fjórða Mósebók 22:35 Fjórða Mósebók
Eingil HARRANS segði við Bileam: „Far bert við hasum monnum! Men tú mást ikki tala annað enn tað, ið eg sigi við teg!“ – Bileam fór so við høvdingum Balaks.