arvur / mentanararvur
179 versir um "arvur / mentanararvur"
Versir
Síða 3 av 4Seinna Krønikubók 17:4 Seinna Krønikubók
nei, hann søkti Gud faðirs síns, livdi eftir boðum Hansara og bar seg ikki at sum Ísrael.
Seinna Krønikubók 17:5 Seinna Krønikubók
Tí grundfesti HARRIN kongadømið í hond hansara. Og alt Juda gav Jósafat gávur, so hann fekk nógv ríkidømi og miklan heiður.
Seinna Krønikubók 17:6 Seinna Krønikubók
Tá tók dirvi hansara til á leiðum HARRANS, og hann beindi burtur úr Juda eisini offurheyggjarnar og Asjerurnar.
Seinna Krønikubók 17:7 Seinna Krønikubók
Triðja árið ið hann sat við stýrið, sendi hann høvdingar sínar Benhajil, Obadja, Zakarja, Netanel og Mikaja at læra í býum Juda,
Seinna Krønikubók 17:8 Seinna Krønikubók
og saman við teimum Levitarnar Semaja, Netanja, Zebadja, Asael, Semiramot, Jónatan, Adonja, Tobia og Tob-Adonja; við hesum Levitum vóru prestarnir Elisama og Jóram.
Seinna Krønikubók 17:9 Seinna Krønikubók
Teir lærdu í Juda og høvdu lógbók HARRANS við sær; teir ferðaðust um í allar býir Juda og lærdu fólkið.
Seinna Krønikubók 17:10 Seinna Krønikubók
Ótti fyri HARRANUM kom yvir øll ríkini í londunum, sum rundan um Juda vóru, so teir tordu ikki at berjast við Jósafat.
Seinna Krønikubók 17:11 Seinna Krønikubók
Frá Filistarum komu menn við gávum til Jósafat og við silvuri, sum teir lótu í skatt; eisini Arabarar komu við smáfæi til hansara, 7700 veðrum og 7700 bukkum.
Seinna Krønikubók 17:12 Seinna Krønikubók
Soleiðis gekk frameftir í heilum hjá Jósafat, inntil vald hansara varð ógvuliga stórt; hann bygdi borgir og goymslubýir í Juda.
Seinna Krønikubók 17:13 Seinna Krønikubók
Hann hevði liggjandi í býum Juda ógvuliga nógv til at taka; og í Jerusalem hevði hann hermenn, raskar menn.
Seinna Krønikubók 17:14 Seinna Krønikubók
Hetta er listin yvir teir, eftir fedrahúsum teirra: Høvuðsmenninir yvir 1000 vóru í Juda: Adna høvuðsmaður við 300000 røskum hermonnum;
Seinna Krønikubók 17:15 Seinna Krønikubók
honum næstur gekk Jóhanan høvuðsmaður við 280000,
Seinna Krønikubók 17:16 Seinna Krønikubók
og honum næstur Amasja, sonur Zikri – sum sjálvboðin tænti HARRANUM – við 200000 røskum hermonnum.
Seinna Krønikubók 17:17 Seinna Krønikubók
Av Benjamin vóru: Eljada, raskur hermaður, við 200000 monnum, ið vóru vápnaðir við boga og skjøldi,
Seinna Krønikubók 17:18 Seinna Krønikubók
og honum næstur Józabad við 180000 monnum, vápnaðum til bardaga.
Seinna Krønikubók 17:19 Seinna Krønikubók
Hesir vóru teir, ið tæntu konginum, umframt herfólkið, sum kongurin hevði sett í teir víggirdu staðirnar um alt Juda.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Matteus 5:1 Matteus
Táið Hann nú sá fólkið, fór Hann niðan á fjallið, og táið Hann hevði sett Seg, komu lærisveinar Hansara til Hansara.
Matteus 5:2 Matteus
Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði:
Matteus 5:3 Matteus
„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.
Matteus 5:4 Matteus
Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.
Matteus 5:5 Matteus
Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.
Matteus 5:6 Matteus
Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.
Matteus 5:7 Matteus
Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.
Matteus 5:8 Matteus
Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.
Matteus 5:9 Matteus
Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.
Matteus 5:10 Matteus
Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.
Matteus 5:11 Matteus
Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.
Matteus 5:12 Matteus
Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í Himli; soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum.
Matteus 5:13 Matteus
Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tað dugir einki longur uttan at verða kastað út og traðkað niður av menniskjum.
Matteus 5:14 Matteus
Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.
Matteus 5:15 Matteus
Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Matteus 5:17 Matteus
Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.
Matteus 5:18 Matteus
Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.
Matteus 5:19 Matteus
Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis.
Matteus 5:20 Matteus
Tí Eg sigi tykkum: Er rættvísi tykkara ikki mætari enn rættvísi hinna skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.
Matteus 5:21 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Matteus 5:23 Matteus
Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær,
Matteus 5:24 Matteus
lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!
Matteus 5:25 Matteus
Ver skjótur til semju við mótpart tín, meðan tú enn ert á vegnum við honum, so ikki mótparturin letur teg dómaranum í hendur, og dómarin letur teg tænaranum í hendur, og tú verður settur í fangahús!
Matteus 5:26 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað.
Matteus 5:27 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú mást ikki dríva hor.“
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Matteus 5:29 Matteus
Um nú høgra eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti.
Matteus 5:30 Matteus
Og um høgra hond tín freistar teg, so høgg hana av og kasta hana frá tær! – Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti.
Matteus 5:31 Matteus
Eisini er sagt: „Tann, ið skilst frá konu síni, skal geva henni skilnaðarbræv.“