arvur / arvagóðs
25 versir um "arvur / arvagóðs"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 13:22 Orðtøkini
Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.
Efesusbrævið 1:11 Efesusbrævið
Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns
Efesusbrævið 1:12 Efesusbrævið
– fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Kristus.
Efesusbrævið 1:13 Efesusbrævið
Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var,
Efesusbrævið 1:14 Efesusbrævið
Hann, sum er panturin um arv okkara – at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís.
Orðtøkini 20:21 Orðtøkini
Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing.
Fimta Mósebók 21:15 Fimta Mósebók
Táið maður hevur tvær konur, eina, sum hann er góður við, og eina, sum hann forfjónar, og hann hevur fingið synir við báðum, bæði við henni, sum hann er góður við, og við henni, sum hann forfjónar, og hin frumborni er sonur ta forfjónaðu,
Fimta Mósebók 21:16 Fimta Mósebók
so skal hann, táið hann skiftir millum synir sínar tað, ið hann eigur, ikki hava loyvi at lata son hennara, sum hann er góður við, fáa frumburðarrættin fram um son hennara, sum hann forfjónar, hann, sum er hin frumborni.
Fimta Mósebók 21:17 Fimta Mósebók
Nei, hann skal kennast við hin frumborna, son hennara, sum hann forfjónar, og geva honum dupultan part av øllum, ið hann eigur; tí hann er frumgróður styrki hansara, honum hoyrir frumburðarrætturin til.
Sálmarnir 37:29 Sálmarnir
Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.
Lukas 12:13 Lukas
Ein av fólkinum segði við Hann: „Meistari, sig við bróður, at hann skal skifta arvin við meg!“
Lukas 12:14 Lukas
Men Hann svaraði honum: „Maður! Hvør hevur sett Meg til dómara yvir tykkum ella at skifta tykkara millum!“
Lukas 12:15 Lukas
So segði Hann við tey: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“
Lukas 12:16 Lukas
Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni.
Lukas 12:17 Lukas
Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: „Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í.“
Lukas 12:18 Lukas
So segði hann: „Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær.
Lukas 12:19 Lukas
Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!“
Lukas 12:20 Lukas
Men Gud segði við hann: „Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!“
Lukas 12:21 Lukas
Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.“
Ápostlasøgan 20:32 Ápostlasøgan
Og nú gevi eg tykkum upp til Gud og náðiorð Hansara, Hann, sum er mentur at byggja tykkum upp og geva tykkum arvalut millum øll tey, sum halgað eru.
Rómverjabrævið 8:17 Rómverjabrævið
Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.
Efesusbrævið 1:18 Efesusbrævið
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Titusarbrævið 3:7 Titusarbrævið
so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív.