árvakin
44 versir um "árvakin"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Fyrra Pætursbrævið 1:13 Fyrra Pætursbrævið
Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists!
Matteus 24:44 Matteus
Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Fyrra Tessalonikabrævið 5:2 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ – tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:4 Fyrra Tessalonikabrævið
Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:5 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit eru jú allir børn ljósins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:6 Fyrra Tessalonikabrævið
Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:7 Fyrra Tessalonikabrævið
Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:8 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit, ið hoyra deginum til – latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:9 Fyrra Tessalonikabrævið
Gud hevur jú ikki ætlað okkum til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi,
Matteus 24:42 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
Matteus 26:41 Matteus
Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“
Markus 13:33 Markus
Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.
Markus 13:34 Markus
Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja
Markus 13:35 Markus
– so skulu tit vakja; tí tit vita ikki, nær Harri húsins kemur, um tað nú verður um kvøldið, á midnátt, um hanagal ella um morgunin –
Markus 13:36 Markus
so Hann ikki, táið Hann kemur óvart, skal finna tykkum sovandi.
Markus 13:37 Markus
Men tað, sum Eg sigi við tykkum, sigi Eg við øll: Vakið!“
Markus 14:38 Markus
Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt.“
Lukas 10:25 Lukas
Ein lógkønur steig nú fram, freistaði Hann og segði: „Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“
Lukas 10:26 Lukas
Tá segði Hann við hann: „Hvat er skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?“
Lukas 10:27 Lukas
Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
Lukas 10:28 Lukas
Hann segði við hann: „Tú svaraði beint – ger hatta, so skalt tú liva!“
Lukas 12:35 Lukas
Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi!
Lukas 12:36 Lukas
Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp!
Lukas 12:37 Lukas
Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum.
Lukas 12:38 Lukas
Og kemur Hann í aðru náttarvøku, ella kemur Hann í triðju náttarvøku, og finnur tað so – sælir eru teir!
Lukas 12:39 Lukas
Men tað skilja tit, at visti húsbóndin, hvønn tíma tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn í hús sítt.
Lukas 12:40 Lukas
Verið eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.“
Lukas 12:41 Lukas
Tá segði Pætur við Hann: „Harri, er tað okkum, Tú talar um í hasum líknilsinum, ella er tað øll?“
Lukas 12:42 Lukas
Harrin svaraði: „Hvør er nú hin trúgvi og skilagóði húshaldarin, ið Harrin fer at seta yvir húsfólk Sítt, at geva teimum hin ásetta kostin í rættari tíð?
Lukas 12:43 Lukas
Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur at bera seg so at.
Lukas 12:44 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
Lukas 12:45 Lukas
Men sigur hesin tænari so í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ – og fer so at sláa dreingirnar og arbeiðskonurnar og eta og drekka og stoyta seg fullan,
Lukas 12:46 Lukas
so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit, og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hinum ótrúgvu.
Lukas 12:47 Lukas
Men tann tænari, ið hevur vitað vilja Harra síns, og hevur ikki gjørt í stand ella sett í verk tað, sum Hann vildi, hann skal fáa nógv sløg.
Lukas 12:48 Lukas
Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.
Jóhannes 15:7 Jóhannes
Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Fyrra Korintbrævið 16:13 Fyrra Korintbrævið
Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!
Efesusbrævið 4:22 Efesusbrævið
at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,
Efesusbrævið 4:23 Efesusbrævið
endurnýggjast í anda sinnis tykkara
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið
og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.