arvagóðs / arvur

56 versir um "arvagóðs / arvur"

Versir

Síða 2 av 2
Fimta Mósebók 6:9 Fimta Mósebók

tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni.

2
Rutt 4:11 Rutt

Tá segði alt fólkið, sum í býportrinum var, og hinir elstu: „Ja, tað eru vit vitni um! HARRIN lati kvinnuna, ið nú kemur í hús títt, verða sum Rakul og Leu, tær báðar, sum bygdu hús Ísraels! Tær veitist vald í Efrata, og navn títt verði prísað í Betlehem!

2
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini

Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.

2
Orðtøkini 20:7 Orðtøkini

Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann.

2
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini

Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.

2
Triðja Jóhannesarbrævið 1:4 Triðja Jóhannesarbrævið

Størri gleði havi eg ikki enn tað, at eg hoyri, at børn míni liva í sannleikanum.

2