Áron
73 versir um "Áron"
Versir
Síða 2 av 2Triðja Mósebók 10:1 Triðja Mósebók
Men tveir av sonum Áron, Nadab og Abihu, tóku hvør sína eldpannu, lótu gløður í tær og løgdu roykilsi á gløðurnar og bóru fram fyri ásjón HARRANS fremmandan eld, sum Hann einki boð hevði givið teimum um.
Triðja Mósebók 10:2 Triðja Mósebók
Tá gekk út eldur frá ásjón HARRANS og oyddi teir, so teir doyðu fyri ásjón HARRANS.
Triðja Mósebók 10:3 Triðja Mósebók
Móses segði tá við Áron: „Tað var hetta, ið HARRIN talaði um, táið Hann segði: „Á teimum, ið standa Mær nær, skal Eg prógva Meg heilagan, og fyri øllum fólkinum skal Eg prógva dýrd Mína!““ Áron tagdi.
Fjórða Mósebók 17:1 Fjórða Mósebók
Tá talaði HARRIN við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 17:2 Fjórða Mósebók
„Sig við Ísraelsmenn, at høvuðsmenn fedrahúsanna skulu lata teg fáa ein stav fyri hvørt fedrahús, tilsamans tólv stavir, og skriva navnið á hvørjum einstøkum á stav hansara!
Fjórða Mósebók 17:3 Fjórða Mósebók
Navn Árons skalt tú skriva á stav Levita; tí ein stavur skal vera fyri hvørt høvd fedrahúsanna.
Fjórða Mósebók 17:4 Fjórða Mósebók
Legg teir síðani inn í samkomutjaldið, framman fyri vitnisburðin, har sum Eg opinberi Meg fyri tær!
Fjórða Mósebók 17:5 Fjórða Mósebók
Tann maður, ið Eg útvelji, stavur hansara skal tá fáa bløð; so man Eg tá fara at fáa frið fyri knarri Ísraelsmanna, sum teir plága tykkum við!“
Fjórða Mósebók 17:6 Fjórða Mósebók
Móses segði nú hetta við Ísraelsmenn, og allir høvuðsmenn teirra góvu honum hvør sín stav – ein stav fyri hvørja ætt, tilsamans tólv stavir; ein av støvunum var stavur Árons.
Fjórða Mósebók 17:7 Fjórða Mósebók
So legði Móses stavirnar fyri ásjón HARRANS í vitnisburðartjaldið.
Fjórða Mósebók 17:8 Fjórða Mósebók
Táið Móses nú dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, fekk hann at síggja, at stavur Árons – stavurin fyri hús Levi – hevði fingið bløð; hann hevði bæði fingið knappar og var farin at blóma og bar stadnar mandlur.
Fjórða Mósebók 17:9 Fjórða Mósebók
Tá tók Móses stavirnar burtur frá ásjón HARRANS og bar teir út til Ísraelsmenn; teir hugdu at teimum og tóku hvør stav sín.
Fjórða Mósebók 17:10 Fjórða Mósebók
Men HARRIN segði við Móses: „Ber stav Árons innaftur og legg hann framman fyri vitnisburðin! Har skal hann goymast, teimum ólýdnu til tekin, og tú skalt gera enda á knarri teirra, so Eg sleppi frá at hoyra tað – annars skulu tey doyggja!“
Fjórða Mósebók 17:11 Fjórða Mósebók
Móses so gjørdi; hann gjørdi, sum HARRIN hevði álagt honum.
Fjórða Mósebók 20:23 Fjórða Mósebók
Har, við Horsfjall, við landamark Edoms, segði HARRIN við Móses og Áron:
Fjórða Mósebók 20:24 Fjórða Mósebók
„Áron skal nú savnast til fedrar sínar; tí hann skal ikki koma inn í landið, ið Eg havi givið Ísraelsmonnum – aftur fyri at tit við Meribavatn vóru orði Mínum ólýdnir.
Fjórða Mósebók 20:25 Fjórða Mósebók
Far niðan á Horsfjall og hav við tær Áron og son hansara Eleazar!
Fjórða Mósebók 20:26 Fjórða Mósebók
Lat so Áron úr klæðum hansara, og lat Eleazar, son hansara, fara í tey! So skal Áron savnast til fedrar sínar og doyggja har.“
Fjórða Mósebók 20:27 Fjórða Mósebók
Móses gjørdi nú, sum HARRIN beyð. Teir fóru niðan á Horsfjall, so øll samkoman sá.
Fjórða Mósebók 20:28 Fjórða Mósebók
Síðani læt Móses Áron úr klæðum hansara og læt Eleazar, son hansara, fara í tey; og Áron doyði har á fjalstindinum, men Móses og Eleazar fóru oman aftur av fjallinum.
Fjórða Mósebók 20:29 Fjórða Mósebók
Táið øll samkoman skilti, at Áron var deyður, grótu tey um Áron í tríati dagar, alt hús Ísraels.
Fimta Mósebók 10:6 Fimta Mósebók
So fóru Ísraelsmenn úr Be’erot-Bene-Ja’akan og komu til Mosera; har doyði Áron, og har varð hann jarðaður, og sonur hansara Eleazar varð prestur í stað hansara.
Hebrearabrævið 7:11 Hebrearabrævið
Var nú fullkomileiki at fáa við hinum levitiska prestadømi – og tað var grundin undir lógini, ið fólkið hevði fingið – hví tørvaði so uppaftur, at annar prestur skuldi stíga fram – á hátti Melkizedeks, ein, sum ikki er nevndur á hátti Árons!