Áron
73 versir um "Áron"
Versir
Síða 1 av 2Hebrearabrævið 5:4 Hebrearabrævið
Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron.
Hebrearabrævið 5:5 Hebrearabrævið
Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið Sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum, sum segði við Hann: „Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag“
Hebrearabrævið 5:6 Hebrearabrævið
– sum Hann jú eisini sigur á øðrum staði: „Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“
Hebrearabrævið 5:7 Hebrearabrævið
Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.
Hebrearabrævið 5:8 Hebrearabrævið
Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí, sum Hann leið.
Hebrearabrævið 5:9 Hebrearabrævið
Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann,
Hebrearabrævið 5:10 Hebrearabrævið
og varð av Gudi kallaður høvuðsprestur á hátti Melkizedeks.
Onnur Mósebók 28:1 Onnur Mósebók
„So skalt tú lata bróður tín, Áron, og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær – Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
Onnur Mósebók 4:14 Onnur Mósebók
Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Mósesi, og Hann segði: „Hevur tú ikki bróður tín, Áron, Levitin! Hann dugir at tosa, tað veit Eg! Hann kemur eisini ímóti tær nú, og hann verður glaður í hjartanum, táið hann sær teg.
Onnur Mósebók 4:15 Onnur Mósebók
Tú skalt so tala til hansara og leggja honum orðini í munnin; so skal Eg vera við tínum munni og hansara munni og læra tykkum, hvat tit skulu gera.
Onnur Mósebók 4:16 Onnur Mósebók
Hann skal tala fyri teg við fólkið; hann skal vera muður tín, og tú skalt vera honum sum Gud.
Onnur Mósebók 6:20 Onnur Mósebók
Amram tók faðirsystur sína Jokebed til konu, og við henni fekk hann Áron og Móses. – Amram varð 137 ár.
Onnur Mósebók 7:1 Onnur Mósebók
Tá segði HARRIN við Móses: „Eg seti teg til ein gud fyri Farao; og Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín.
Sálmarnir 106:16 Sálmarnir
Tey øvundaðu Móses í tilhaldinum, Áron, hin heilaga HARRANS;
Onnur Mósebók 7:2 Onnur Mósebók
Tú skalt tala alt tað, ið Eg áleggi tær; síðani skal Áron, bróðir tín, siga tað við Farao, fyri at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum.
Onnur Mósebók 32:1 Onnur Mósebók
Men táið fólkið sá, at tað varð so leingi, áðrenn Móses kom oman aftur av fjallinum, flokkaðust tey um Áron og søgdu við hann: „Kom og ger okkum gud, ið ganga kann undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!“
Onnur Mósebók 32:2 Onnur Mósebók
Tá segði Áron við tey: „Takið gullringarnar, ið konur tykkara og synir og døtur tykkara hava í oyrunum, og fáið mær teir!“
Onnur Mósebók 32:3 Onnur Mósebók
Alt fólkið tók tá gullringarnar úr oyrunum og kom við teimum til Áron.
Onnur Mósebók 32:4 Onnur Mósebók
Og hann tók við gullinum, stoypti tað um og høgdi tað við meitli til kálv. Tá søgdu tey: „Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!“
Onnur Mósebók 32:5 Onnur Mósebók
Táið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: „Í morgin verður høgtíð fyri HARRANUM!“
Onnur Mósebók 32:6 Onnur Mósebók
Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp, ofraðu brennioffur og bóru fram takkoffur; síðani setti fólkið seg niður at eta og drekka og reistist so og fór at spæla.
Onnur Mósebók 32:7 Onnur Mósebók
Tá segði HARRIN við Móses: „Skunda tær og far oman! Fólk títt, ið tú leiddi út av Egyptalandi, hevur borið seg illa at;
Onnur Mósebók 32:8 Onnur Mósebók
skjótt viku tey burtur av vegnum, ið Eg gav teimum boð um at ganga – tey hava gjørt sær stoyptan kálv, og hann hava tey tilbiðið og ofrað til við hesum orðum: „Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!““
Onnur Mósebók 32:9 Onnur Mósebók
Og HARRIN segði við Móses: „Eg havi havt eyguni eftir hesum fólki, og Eg síggi, at tað er eitt harðvunnið fólk!
Onnur Mósebók 32:10 Onnur Mósebók
Lat nú Meg ráða, so vreiði Mín kann tendrast ímóti teimum, og Eg geri enda á teimum! – Eg skal tá gera teg til eitt stórt fólk!“
Onnur Mósebók 32:11 Onnur Mósebók
Men Móses bønaði HARRAN Gud sín og segði: „HARRI, hví skal vreiði Tín tendrast móti fólki Tínum, sum Tú leiddi út av Egyptalandi við veldigum mátti og sterkari hond?
Onnur Mósebók 32:12 Onnur Mósebók
Hví skulu Egyptar fáa sagt: „Við illum í huga leiddi Hann tey út – til at drepa tey á fjøllunum og týna tey av jørðini!“ Lat brennandi vreiði Tína halda uppat, og angra vanlukkuna, ið Tú ætlar at gera fólki Tínum!
Onnur Mósebók 32:13 Onnur Mósebók
Minst Ábraham, Ísak og Ísrael, tænarar Tínar, sum Tú við eiði um Teg sjálvan hevur givið hetta lyfti: „Eg skal gera avkom tykkara so nógv í tali sum stjørnurnar á himli, og Eg skal geva avkomi tykkara alt hetta land, ið Eg havi talað um; tey skulu eiga tað í allar ævir!““
Onnur Mósebók 32:14 Onnur Mósebók
Tá angraði HARRIN vanlukkuna, ið Hann hevði hótt við at gera fólki Sínum.
Onnur Mósebók 32:15 Onnur Mósebók
Síðani fór Móses oman av fjallinum við báðum vitnisburðartalvunum í hondini. Skrivað var á báðar síður á talvunum; bæði á forsíðuna og baksíðuna var skrivað á tær.
Onnur Mósebók 32:16 Onnur Mósebók
Talvurnar vóru verk Guds, og skriftin var skrift Guds, rist í talvurnar.
Onnur Mósebók 32:17 Onnur Mósebók
Josva hoyrdi nú gangin av fólkinum og rópini; og hann segði við Móses: „Herróp hoyrist í tilhaldinum!“
Onnur Mósebók 32:18 Onnur Mósebók
Men hann svaraði: „Hatta eru hvørki róp av monnum, ið vinna, ella av monnum, ið tapa – tað er song, ið eg hoyri!“
Onnur Mósebók 32:19 Onnur Mósebók
Táið so Móses nærkaðist tilhaldinum og sá kálvin og dansin, tendraðist vreiði hansara og hann blakaði talvurnar frá sær og breyt tær sundur har undir fjallinum.
Onnur Mósebók 32:20 Onnur Mósebók
Síðani tók hann kálvin, ið tey høvdu gjørt, brendi hann, muldi hann í mjøl og stroyddi so mjølið í vatnið og gav Ísraelsmonnum tað at drekka.
Onnur Mósebók 32:21 Onnur Mósebók
Móses segði nú við Áron: „Hvat hevur hetta fólk gjørt tær, síðani tú hevur fingið tey at gera so stóra synd!“
Onnur Mósebók 32:22 Onnur Mósebók
Áron svaraði: „Verð ikki illur, harri! Tú veitst sjálvur, at fólkið liggur í tí illa!
Onnur Mósebók 32:23 Onnur Mósebók
Nú søgdu tey við meg: „Ger okkum gud, sum kann ganga undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!“
Onnur Mósebók 32:24 Onnur Mósebók
Tá segði eg við tey: „Tann, ið gongur við stási av gulli, skal taka tað av sær!“ Tey lótu meg so fáa gullið, og eg koyrdi tað í eldin – og soleiðis varð hesin kálvur til!“
Onnur Mósebók 32:25 Onnur Mósebók
Móses sá nú, at fólkið kendi sær ikki afturhald, við tað at Áron hevði slept teimum leysum – og hesum hildu fíggindar teirra frægd at.
Onnur Mósebók 32:26 Onnur Mósebók
Hann fór tí og stóð við inngongd tilhaldsins og segði: „Hvør tann, ið er í parti HARRANS, hann komi higar til Mín!“ Tá savnaðust allir Levitar um hann.
Onnur Mósebók 32:27 Onnur Mósebók
Og hann segði við teir: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: „Bindið allir svørð við lið, og gangið so aftur og fram frá einum portrinum til annað í tilhaldinum og drepið bæði bróður, vin og frænda!““
Onnur Mósebók 32:28 Onnur Mósebók
Levitar gjørdu, sum Móses segði; og tann dagin fullu einir 3000 menn av fólkinum.
Onnur Mósebók 32:29 Onnur Mósebók
Tá segði Móses: „Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri HARRANUM, aftur fyri at eingin spardi son ella bróður – tí skal signing koma yvir tykkum í dag!“
Onnur Mósebók 32:30 Onnur Mósebók
Dagin eftir segði Móses við fólkið: „Tit hava gjørt stóra synd! Men nú skal eg fara niðan til HARRAN; kanska eg kann gera bót fyri synd tykkara!“
Onnur Mósebók 32:31 Onnur Mósebók
So fór Móses aftur til HARRAN og segði: „Tíverri, hetta fólk hevur gjørt stóra synd, tey hava gjørt sær gud av gulli!
Onnur Mósebók 32:32 Onnur Mósebók
Men hevði Tú nú viljað fyrigivið teimum syndina! Men vilt Tú ikki tað, so strika meg út úr bókini, ið Tú skrivar í!“
Onnur Mósebók 32:33 Onnur Mósebók
HARRIN svaraði Mósesi: „Tann, ið syndað hevur móti Mær, hann skal Eg strika út úr bók Míni!
Onnur Mósebók 32:34 Onnur Mósebók
Men far nú við fólkinum, hagar sum Eg havi sagt tær! Eingil Mín skal ganga undan tær. Men táið tími Mín kemur, skal Eg heimsøkja tey fyri synd teirra!“
Onnur Mósebók 32:35 Onnur Mósebók
– Soleiðis sló HARRIN fólkið, fyri tað at tey høvdu gjørt kálvin, ið Áron hevði gjørt.