Armageddon

47 versir um "Armageddon"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 16:16 Opinberingin

Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon.

5
Opinberingin 16:14 Opinberingin

Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.

3
Opinberingin 19:11 Opinberingin

Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.

3
Opinberingin 19:12 Opinberingin

Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.

3
Opinberingin 19:13 Opinberingin

Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.

3
Opinberingin 19:14 Opinberingin

Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.

3
Opinberingin 19:15 Opinberingin

Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.

3
Opinberingin 19:16 Opinberingin

Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“

3
Opinberingin 19:17 Opinberingin

Eg sá eingil standa í sólini; hann rópti hart og segði við allar fuglar, ið flugu mitt uppi undir himli: „Komið, savnið tykkum til hin stóra nátturða Guds

3
Opinberingin 19:18 Opinberingin

– at eta kjøt konga, kjøt herhøvdinga, kjøt kappa, kjøt hesta og teirra, ið á teimum sita – kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!“

3
Opinberingin 19:19 Opinberingin

Og eg sá dýrið og kongar jarðarinnar og herar teirra savnaðar at berjast við Hann, sum á hestinum sat, og við her Hansara.

3
Opinberingin 19:20 Opinberingin

Men dýrið varð tikið, og saman við tí lygiprofeturin, ið hevði gjørt tekinini fyri eygum tess og við teimum villleitt tey, sum tóku merki dýrsins, og tey, sum tilbóðu mynd tess. Tey bæði vórðu livandi kastað í eldsjógvin, sum logar av svávuli.

3
Opinberingin 19:21 Opinberingin

Hinir vórðu dripnir við svørði Hansara, sum á hestinum sat, tí, sum út gekk úr munni Hansara; og allir fuglarnir vórðu mettaðir av kjøti teirra.

3
Seinna Krønikubók 35:22 Seinna Krønikubók

Josias vildi kortini ikki venda frá honum; hann klæddi seg í dularbúna og fór í bardaga við hann; hann lurtaði ikki eftir tí, sum Neko segði – og tað vóru tó orð av munni Guds – men fór í bardaga á Megiddoslætta.

2
Jóel 3:2 Jóel

ja, um tað so eru trælirnir og trælkvinnurnar, skal Eg á teimum døgum úthella Anda Mín yvir tey.

2
Jóel 3:12 Jóel

Men Eg skal kalla tey aftur, haðani sum tit hava selt tey, og Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur!

2
Jóel 3:13 Jóel

Eg skal selja Judamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja Sabearum tey – tjóð, ið býr langt burtur – tí HARRIN hevur talað!

2
Jóel 3:14 Jóel

Latið heidningarnar hoyra hetta! Vápnið tykkum til heilagt stríð! Vekið kapparnar! Allir vápnaførir menn stígi fram og haldi avstað!

2
Opinberingin 12:9 Opinberingin

Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.

2
Opinberingin 17:1 Opinberingin

Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: „Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum,

2
Opinberingin 17:2 Opinberingin

sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við – teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!“

2
Opinberingin 17:3 Opinberingin

So fór hann við mær út í oyðimørk – í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn.

2
Opinberingin 17:4 Opinberingin

Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns.

2
Opinberingin 17:5 Opinberingin

Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“

2
Opinberingin 17:6 Opinberingin

Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.

2
Opinberingin 17:7 Opinberingin

Eingilin segði við meg: „Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.

2
Opinberingin 17:8 Opinberingin

Dýrið, ið tú sást, hevur verið – og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva – tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins – skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var – og er ikki – og skal koma.

2
Opinberingin 17:9 Opinberingin

Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;

2
Opinberingin 17:10 Opinberingin

tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.

2
Opinberingin 17:11 Opinberingin

Dýrið, sum var – og er ikki – er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey – og fer burtur til fortaping.

2
Opinberingin 17:12 Opinberingin

Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma – saman við dýrinum.

2
Opinberingin 17:13 Opinberingin

Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.

2
Opinberingin 17:14 Opinberingin

Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“

2
Opinberingin 17:15 Opinberingin

Hann segði við meg: „Vøtnini, ið tú sást – har sum skøkjan situr – eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál.

2
Opinberingin 17:16 Opinberingin

Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið – hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.

2
Opinberingin 17:17 Opinberingin

Tí Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína og at gera eftir einum og sama sinni – geva dýrinum kongavald teirra, inntil orð Guds eru fullførd.

2
Opinberingin 17:18 Opinberingin

Kvinnan, ið tú sást, er hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar.“

2
Opinberingin 19:1 Opinberingin

Síðani hoyrdi eg eins og hart ljóð av stórum skara í Himli; tey søgdu: „Halleluja! Frelsan, dýrdin og kraftin hoyrir Gudi okkara til.

2
Opinberingin 19:2 Opinberingin

Tí sannir og rættvísir eru dómar Hansara; Hann hevur dømt hina stóru skøkju, ið spilti jørðina við siðloysi sínum, og Hann hevur kravt blóð tænara Sína av hond hennara!“

2
Opinberingin 19:3 Opinberingin

Tey søgdu aðru ferð: „Halleluja!“ – Og roykurin av henni stígur upp í aldur og allar ævir.

2
Opinberingin 19:4 Opinberingin

Hinir 24 elstu og hinar fýra verurnar fullu niður og tilbóðu Gud, sum í hásætinum sat; tey søgdu: „Amen! Halleluja!“

2
Opinberingin 19:5 Opinberingin

Út frá hásætinum kom rødd; hon segði: „Lovið Gudi okkara, allir tit tænarar Hansara, tit, ið óttast Hann, bæði smá og stór!“

2
Opinberingin 19:6 Opinberingin

Eg hoyrdi eins og ljóð av stórum skara – eins og ljóð mangra vatna og eins og ljóðið av sterkum torum; tey søgdu: „Halleluja! Harrin Gud hin Alvaldi er vorðin kongur!

2
Opinberingin 19:7 Opinberingin

Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.

2
Opinberingin 19:8 Opinberingin

Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!“ – Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra.

2
Opinberingin 19:9 Opinberingin

Hann segði við meg: „Skriva: „Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins!““ – Og hann segði við meg: „Hetta eru hini sonnu orð Guds!“

2
Opinberingin 19:10 Opinberingin

Eg fall niður fyri føtur hansara at tilbiðja hann; men hann segði við meg: „Ger ikki tað! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, teirra, sum hava vitnisburð Jesusar. Tilbið Gud! Tí vitnisburður Jesusar er andi profetorðsins.“

2