aðrir gudar

28 versir um "aðrir gudar"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 23:13 Onnur Mósebók

Aktið eftir øllum, ið Eg havi sagt við tykkum! – Tú mást ikki taka aðrar gudar upp á tunguna; slíkt má ikki hoyrast av munni tínum!

3
Fimta Mósebók 6:14 Fimta Mósebók

Tit mugu ikki halda tykkum til aðrar gudar – til nakran av gudum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva;

3
Onnur Mósebók 15:11 Onnur Mósebók

Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!

2
Onnur Mósebók 20:1 Onnur Mósebók

Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:

2
Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók

„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.

2
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók

Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.

2
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók

Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;

2
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók

tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,

2
Fimta Mósebók 32:17 Fimta Mósebók

Tey ofraðu til illar andar, sum ikki eru Gud, til gudar, ið tey ikki kendu, til nýggjar, sum nýliga vóru uppkomnir, og sum fedrar tykkara ikki óttaðust.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:2 Fyrra Sámuelsbók

Har tóku Filistarar ørk Guds, bóru hana inn í tempul Dagons og settu hana undir liðina á Dagon.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:3 Fyrra Sámuelsbók

Men táið Asdoditar tíðliga morgunin eftir komu hagar, fingu teir at síggja, at Dagon lá fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk HARRANS. Teir tóku tá Dagon og settu hann aftur, har sum hann hevði staðið.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:4 Fyrra Sámuelsbók

Men táið teir dagin eftir aftur komu tíðliga um morgunin, fingu teir at síggja, at Dagon lá uppaftur fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk HARRANS; høvdið og báðar hendurnar vóru av honum brotin og lógu á gáttini; einki var eftir av honum uttan kroppurin.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:5 Fyrra Sámuelsbók

Tí er tað, at prestar Dagons og allir, sum fara inn í tempul Dagons í Asdod, enn í dag ikki stíga á gátt Dagons.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:6 Fyrra Sámuelsbók

Og hond HARRANS lá tung á Asdoditum; Hann forkom teimum og sló tey við svullum, bæði í sjálvum Asdod og í bygdunum har rundanum.

2
Fyrra Sámuelsbók 5:7 Fyrra Sámuelsbók

Táið Asdoditar sóu, at tað gekk á henda hátt, søgdu teir: „Ørk Ísraels Guds skal ikki verða verandi hjá okkum, tí hond Hansara liggur hørð á okkum og á Dagon, gudi okkara!“

2
Esaias 44:6 Esaias

So sigur HARRIN, kongur og frelsari Ísraels, HARRIN Gud herskaranna: Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg!

2
Jeremias 7:9 Jeremias

Hvat! Tit stjala, drepa, dríva hor, svørja rangt, brenna roykilsi fyri Ba’al og halda tykkum til aðrar gudar – sum tit ikki kenna –

2
Jóhannes 3:19 Jóhannes

Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Fyrra Korintbrævið 8:1 Fyrra Korintbrævið

Viðvíkjandi kjøtinum av avgudaofrum, so vita vit, at vit øll hava kunnskap – kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp;

2
Fyrra Korintbrævið 8:2 Fyrra Korintbrævið

heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita;

2
Fyrra Korintbrævið 8:3 Fyrra Korintbrævið

men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum –.

2
Fyrra Korintbrævið 8:4 Fyrra Korintbrævið

Nú, viðvíkjandi at eta kjøt av avgudaofrum, so vita vit, at eingin avgudur er til í heiminum, og at eingin Gud er uttan ein.

2
Fyrra Korintbrævið 8:5 Fyrra Korintbrævið

Tí um nú sokallaðir gudar eru – tað veri í himli ella á jørð – sum jú nógvir gudar eru, og nógvir harrar –

2
Fyrra Korintbrævið 8:6 Fyrra Korintbrævið

so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við.

2
Fyrra Korintbrævið 8:7 Fyrra Korintbrævið

– Tó, henda kunnskap hava ikki øll; nei, summi gera sær enn samvitsku fyri avgudsins skuld og eta tað tí sum avgudaoffurkjøt – og samvitska teirra, sum veik er, verður órein.

2
Fyrra Korintbrævið 8:8 Fyrra Korintbrævið

Matur gevur okkum jú ikki virði fyri Gudi; vit standa einki fremri, um vit eta, og líka lítið standa vit nakað aftari, um vit ikki eta.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

2