áðrenn flóðina

29 versir um "áðrenn flóðina"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 6:1 Fyrsta Mósebók

Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum,

7
Fyrsta Mósebók 6:2 Fyrsta Mósebók

sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.

7
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók

Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“

7
Fyrsta Mósebók 6:4 Fyrsta Mósebók

Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini – táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.

7
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.

7
Fyrsta Mósebók 6:6 Fyrsta Mósebók

Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.

7
Fyrsta Mósebók 6:7 Fyrsta Mósebók

Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“

7
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók

– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.

7
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.

7
Fyrsta Mósebók 6:10 Fyrsta Mósebók

Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.

7
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók

Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.

7
Fyrsta Mósebók 6:12 Fyrsta Mósebók

Gud sá jørðina – hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.

7
Fyrsta Mósebók 6:13 Fyrsta Mósebók

Tá segði Gud við Nóa: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.

7
Fyrsta Mósebók 6:14 Fyrsta Mósebók

Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.

7
Fyrsta Mósebók 6:15 Fyrsta Mósebók

Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.

7
Fyrsta Mósebók 6:16 Fyrsta Mósebók

Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.

7
Fyrsta Mósebók 6:17 Fyrsta Mósebók

Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.

7
Fyrsta Mósebók 6:18 Fyrsta Mósebók

Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.

7
Fyrsta Mósebók 6:19 Fyrsta Mósebók

Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.

7
Fyrsta Mósebók 6:20 Fyrsta Mósebók

Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.

7
Fyrsta Mósebók 6:21 Fyrsta Mósebók

Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.“

7
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók

Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.

7
Matteus 24:37 Matteus

Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.

6
Matteus 24:38 Matteus

Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,

6
Matteus 24:39 Matteus

og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið

Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

6