arbeiðsgevarar
15 versir um "arbeiðsgevarar"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið
Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Jákupsbrævið 5:4 Jákupsbrævið
Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á – hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
Orðtøkini 22:16 Orðtøkini
At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap.
Rómverjabrævið 4:4 Rómverjabrævið
Tann, ið virkar – honum verður lønin roknað, ikki av náði, men sum nakað, hann eigur á.
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið
Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.
Fyrra Pætursbrævið 2:18 Fyrra Pætursbrævið
Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu!
Fyrra Pætursbrævið 2:19 Fyrra Pætursbrævið
Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt.
Fyrra Pætursbrævið 2:20 Fyrra Pætursbrævið
– Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi.
Triðja Mósebók 19:13 Triðja Mósebók
Tú mást ikki við órætti taka nakað frá næsta tínum, ei heldur ræna nakað frá honum. Lønina hjá dagløntum manni mást tú ikki hava liggjandi hjá tær inntil morgunin eftir.
Fimta Mósebók 24:14 Fimta Mósebók
Tú mást ikki gera dagløntum arbeiðsmanni órætt, sum neyðstaddur og fátækur er, hann veri nú ein av brøðrum tínum ella ein av teimum fremmandu, ið hjá tær búgva í landi tínum, í býum tínum.
Jeremias 22:13 Jeremias
Vei honum, ið byggir hús sítt við órættvísi og salir sínar við órætti, sum letur næsta sín træla fyri einki og letur hann ikki fáa løn hansara,
Malakias 3:5 Malakias
Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna.
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið
Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“