arbeiði og heim
10 versir um "arbeiði og heim"
Versir
Síða 1 av 1Dániel 1:8 Dániel
Men Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk, og hann spurdi hægsta hirðmannin, um hann kundi ikki sleppa frá at gera seg óreinan á henda hátt.
Dániel 1:9 Dániel
Og Gud læt Dániel finna vælvild og miskunn hjá hægsta hirðmanninum.
Dániel 1:10 Dániel
Men hægsti hirðmaðurin segði við Dániel: „Eg eri ræddur fyri, at harri mín, kongur, sum hevur ásett, hvat tit skulu eta og drekka, fer at síggja, at tit eru soltnari í andliti enn hinir dreingirnir á tykkara aldri, og tit soleiðis fara at draga skyld oman yvir høvd mítt fyri kongi.“
Dániel 1:11 Dániel
Tá segði Dániel við umsjónarmannin, sum hægsti hirðmaðurin hevði sett yvir Dániel, Hananja, Misael og Azarja:
Dániel 1:12 Dániel
„Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!
Dániel 1:13 Dániel
So kanst tú sýna, hvussu vit síggja út, og somuleiðis, hvussu hinir dreingirnir síggja út, teir, ið eta mat kongs – og ger síðani við tænarar tínar eftir tí, sum tú tá sært!“
Dániel 1:14 Dániel
Hann gjørdi tá, sum teir vildu, og royndi hetta við teimum í tíggju dagar.
Dániel 1:15 Dániel
Táið teir tíggju dagarnir vóru gingnir, vísti tað seg, at teir sóu betur út og vóru betur í holdum enn allir dreingirnir, ið høvdu etið av mati kongsins.
Dániel 1:16 Dániel
Eftir tað læt umsjónarmaðurin teir sleppa frá matinum, ið teimum var ætlaður, og víninum, ið teir skuldu drukkið, og gav teimum kálmeti.
Dániel 1:17 Dániel
Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.