arbeiðandi møður
25 versir um "arbeiðandi møður"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini
Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!
Orðtøkini 31:11 Orðtøkini
Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.
Orðtøkini 31:12 Orðtøkini
Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.
Orðtøkini 31:13 Orðtøkini
Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.
Orðtøkini 31:14 Orðtøkini
Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.
Orðtøkini 31:15 Orðtøkini
Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.
Orðtøkini 31:16 Orðtøkini
Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.
Orðtøkini 31:17 Orðtøkini
Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.
Orðtøkini 31:18 Orðtøkini
Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.
Orðtøkini 31:19 Orðtøkini
Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna.
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini
Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.
Orðtøkini 31:21 Orðtøkini
Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.
Orðtøkini 31:22 Orðtøkini
Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.
Orðtøkini 31:23 Orðtøkini
Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.
Orðtøkini 31:24 Orðtøkini
Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini
Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
Orðtøkini 31:27 Orðtøkini
Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini
Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini
„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Orðtøkini 31:31 Orðtøkini
Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!