Aðrar møguleikar
26 versir um "Aðrar møguleikar"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Matteus 18:21 Matteus
Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“
Matteus 18:22 Matteus
Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Sorgarsongirnir 3:21 Sorgarsongirnir
Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna:
Sorgarsongirnir 3:22 Sorgarsongirnir
Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn.
Sorgarsongirnir 3:23 Sorgarsongirnir
Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.
Jónas 2:1 Jónas
Men HARRIN læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi, og Jónas var í búki fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur.
Jónas 2:2 Jónas
Jónas bað í búki fisksins til HARRAN Gud sín
Jónas 2:3 Jónas
og segði: „Eg kallaði á HARRAN í neyð míni, og Hann svaraði mær; úr fangi deyðaríkisins rópti eg, og Tú hoyrdi rødd mína.
Jónas 2:4 Jónas
Tú kastaði meg í djúpið, mitt í havið, og streymurin var rundan um meg; øll brot Tíni og allar bylgjur Tínar løgdu yvir meg.
Jónas 2:5 Jónas
Eg hugsaði: „Eg eri rikin burt frá eygum Tínum!“ Men eg skal aftur sleppa at skoða upp móti heilaga templi Tínum.
Jónas 2:6 Jónas
Vøtnini vóru rundan um meg líka at sálini, djúpið var rundan um meg, tari var vavdur um høvd mítt.
Jónas 2:7 Jónas
Til grundvøllir fjallanna sakk eg niður; sláir jarðarinnar vóru læstar eftir mær í allar ævir. Men Tú førdi lív mítt upp úr grøvini, HARRI Gud mín!
Jónas 2:8 Jónas
Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg HARRAN, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum.
Jónas 2:9 Jónas
Tey, sum halda seg til tómar avgudar, venda miskunn síni bakið.
Jónas 2:10 Jónas
Men eg skal ofra til Tín við takkarrødd; tað, ið eg havi lovað, skal eg halda. – Hjá HARRANUM er frelsa.“
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Seinna Korintbrævið 6:2 Seinna Korintbrævið
Hann sigur jú: „Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar.“ – Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!
Filippibrævið 1:6 Filippibrævið
Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.