Ár
67 versir um "Ár"
Versir
Síða 2 av 2Ezekiel 34:18 Ezekiel
Er tað ikki nóg mikið, at tit sleppa at liggja á hinum besta haglendinum, síðani tit kleyva niður tað, ið eftir er av haglendi tykkara! Er tað ikki nóg mikið, at tit sleppa at drekka hitt klára vatnið, síðani tit við fótunum grugga tað, ið eftir er!
Ezekiel 34:19 Ezekiel
Fylgi Mítt – skal tað eta tað, ið tit hava kleyvað niður, og drekka tað, ið tit hava gruggað við fótunum!
Ezekiel 34:20 Ezekiel
– Tí sigur Harrin HARRIN so við teir: Eg komi og skal døma millum hin feita og hin soltna seyðin!
Ezekiel 34:21 Ezekiel
Aftur fyri at tit við síðu og við bógvi fíra hinar veiku burt og stúta teir við hornum tykkara, inntil tit hava spjatt teir sundur og rikið teir út,
Ezekiel 34:22 Ezekiel
so skal Eg frelsa seyð Mín – hann skal ikki vera rán longur – og Eg skal døma millum seyð og seyð.
Ezekiel 34:23 Ezekiel
Eg skal reisa upp hirða yvir teir, og Hann skal røkta teir – tænara Mín Dávid; Hann skal røkta teir, Hann skal vera hirði teirra.
Ezekiel 34:24 Ezekiel
Og Eg, HARRIN, skal vera Gud teirra, og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi millum teirra – Eg, HARRIN, havi talað!
Ezekiel 34:25 Ezekiel
Eg skal gera friðarsáttmála við teir og oyða vill dýr úr landinum, og teir skulu búgva trygt í oyðimørkini og sova í skógunum.
Ezekiel 34:26 Ezekiel
Til signing skal Eg gera teir og landið rundan um hædd Mína; Eg skal senda regn í rættari tíð; signingarskúrir skulu tað vera.
Ezekiel 34:27 Ezekiel
Trøini á markini skulu geva ávøkst sín, og jørðin skal geva grøði sína; teir skulu búgva trygt í landi sínum, og teir skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg bróti okstengur teirra og frelsi teir av hondum teirra, sum hildu teir í trældómi.
Ezekiel 34:28 Ezekiel
Teir skulu ikki longur vera tjóðunum til rán, og hini villu dýr jarðarinnar skulu ikki ríva teir í seg; teir skulu búgva trygt, og eingin skal ræða teir.
Ezekiel 34:29 Ezekiel
Eg skal lata vaksa teimum upp friðarvøkst, og teir skulu ikki longur verða rivnir burtur av hungri í landinum og ikki longur bera háð tjóðanna.
Ezekiel 34:30 Ezekiel
Teir skulu sanna, at Eg, HARRIN Gud teirra, eri við teimum, og at teir, hús Ísraels, eru fólk Mítt – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 34:31 Ezekiel
Ja, tit, fylgi Mítt, fylgið, ið Eg røkti, tit eru menniskju; og Eg eri Gud tykkara – sigur Harrin HARRIN.
Mika 2:12 Mika
Eg skal savna teg, Jákup, savna tykkum, so mong sum tit eru; sanka saman skal Eg tað, sum eftir er av Ísrael; Eg skal reka tey saman sum seyð í rætt, sum fylgi á haga sín, so har skal verða gangur av fólki.
Matteus 26:31 Matteus
Tá segði Jesus við teir: „Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: „Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur.“
Jóhannes 21:17 Jóhannes
Hann segði triðju ferð við hann: „Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“ Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: „Hevur tú Meg kæran?“ og hann segði við Hann: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesus við hann: „Føð seyð Mín!