Apollos
42 versir um "Apollos"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 18:24 Ápostlasøgan
Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum.
Fyrra Korintbrævið 1:12 Fyrra Korintbrævið
Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ „Eg eri Apollosarmaður!“ „Eg eri Kefasarmaður!“ „Eg eri Kristusarmaður!“
Ápostlasøgan 18:26 Ápostlasøgan
Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari.
Ápostlasøgan 19:1 Ápostlasøgan
Meðan Apollos var í Korint, kom Paulus til Efesus, eftir at hann hevði ferðast um hinar ovaru landspartarnar.
Fyrra Korintbrævið 3:6 Fyrra Korintbrævið
Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.
Fyrra Korintbrævið 4:6 Fyrra Korintbrævið
Hetta, brøður, havi eg fyri tykkara skuld heimført til mín sjálvs og Apollos, so tit á okkum kunnu læra hetta: „Ikki út um tað, sum skrivað stendur!“ – fyri at eingin av tykkum skal blásast upp, fyri einum og móti øðrum.
Fyrra Korintbrævið 16:12 Fyrra Korintbrævið
Viðvíkjandi Apollosi bróður – honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til.
Titusarbrævið 3:13 Titusarbrævið
Zenasi hinum lógkøna og Apollosi skalt tú gera tær ómak fyri at hjálpa á veg, so einki fattast teimum.
Fyrra Korintbrævið 1:1 Fyrra Korintbrævið
Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes –
Fyrra Korintbrævið 1:2 Fyrra Korintbrævið
til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heilag, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara.
Fyrra Korintbrævið 1:3 Fyrra Korintbrævið
Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
Fyrra Korintbrævið 1:4 Fyrra Korintbrævið
Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi,
Fyrra Korintbrævið 1:5 Fyrra Korintbrævið
at tit í Honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og øllum kunnskapi;
Fyrra Korintbrævið 1:6 Fyrra Korintbrævið
eisini vitnisburðurin um Kristus er jú vorðin staðfestur hjá tykkum,
Fyrra Korintbrævið 1:7 Fyrra Korintbrævið
so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists
Fyrra Korintbrævið 1:8 Fyrra Korintbrævið
– Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan – ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists.
Fyrra Korintbrævið 1:9 Fyrra Korintbrævið
Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara.
Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið
Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
Fyrra Korintbrævið 1:11 Fyrra Korintbrævið
Tí mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at stríð er tykkara millum.
Fyrra Korintbrævið 1:13 Fyrra Korintbrævið
– Er Kristus býttur sundur! Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar!
Fyrra Korintbrævið 1:14 Fyrra Korintbrævið
Eg takki Gudi fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus,
Fyrra Korintbrævið 1:15 Fyrra Korintbrævið
so eingin kann siga, at tit vórðu doypt til navn mítt!
Fyrra Korintbrævið 1:16 Fyrra Korintbrævið
– Tó doypti eg eisini tey hjá Stefanasi; annars veit eg meg ongan annan hava doypt.
Fyrra Korintbrævið 1:17 Fyrra Korintbrævið
Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum – fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína.
Fyrra Korintbrævið 1:18 Fyrra Korintbrævið
Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.
Fyrra Korintbrævið 1:19 Fyrra Korintbrævið
Skrivað er jú: „Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hinna vitigu skal Eg gera til einkis.“
Fyrra Korintbrævið 1:20 Fyrra Korintbrævið
Hvar er ein vísur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hesum heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap!
Fyrra Korintbrævið 1:21 Fyrra Korintbrævið
Tí við tað at heimurin við vísdómi sínum kendi ikki Gud í vísdómi Hansara, líkaði tað Gudi – við dárskapi prædikunnar – at frelsa tey, sum trúgva.
Fyrra Korintbrævið 1:22 Fyrra Korintbrævið
Jødar krevja jú tekin, og Grikkar søkja vísdóm;
Fyrra Korintbrævið 1:23 Fyrra Korintbrævið
men vit prædika Kristus krossfestan – Jødum ástoyt og heidningum dárskap,
Fyrra Korintbrævið 1:24 Fyrra Korintbrævið
men teimum, sum kallað eru, bæði Jødum og Grikkum, Kristus, kraft Guds og vísdóm Guds.
Fyrra Korintbrævið 1:25 Fyrra Korintbrævið
Tí dárskapur Guds er vísari enn menniskjuni, og veikleiki Guds er sterkari enn menniskjuni.
Fyrra Korintbrævið 1:26 Fyrra Korintbrævið
Tí hyggið á kall tykkara, brøður! – Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir.
Fyrra Korintbrævið 1:27 Fyrra Korintbrævið
Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar;
Fyrra Korintbrævið 1:28 Fyrra Korintbrævið
tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,
Fyrra Korintbrævið 1:29 Fyrra Korintbrævið
so einki hold skal rósa sær fyri Gudi.
Fyrra Korintbrævið 1:30 Fyrra Korintbrævið
Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi – sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing,
Fyrra Korintbrævið 1:31 Fyrra Korintbrævið
fyri at – sum skrivað er: „Tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum!“
Fyrra Korintbrævið 3:4 Fyrra Korintbrævið
Táið ein sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ ein annar: „Eg eri Apollosarmaður!“ – eru tit tá ikki „menniskju“!
Fyrra Korintbrævið 3:5 Fyrra Korintbrævið
Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við – og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum.
Fyrra Korintbrævið 3:22 Fyrra Korintbrævið
tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal – alt hoyrir tykkum til.
Seinna Timoteusarbrævið 3:15 Seinna Timoteusarbrævið
og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.