antikristur
38 versir um "antikristur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 2:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:22 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus – hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin.
Seinna Jóhannesarbrævið 1:7 Seinna Jóhannesarbrævið
Tí mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki játta Jesus sum Kristus, komnan í holdi; slíkur er villleiðarin og Antikristus.
Opinberingin 13:1 Opinberingin
Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar.
Opinberingin 13:2 Opinberingin
Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.
Opinberingin 13:3 Opinberingin
Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.
Opinberingin 13:4 Opinberingin
Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: „Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!“
Opinberingin 13:5 Opinberingin
Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á 42 mánaðir.
Opinberingin 13:6 Opinberingin
Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva.
Opinberingin 13:7 Opinberingin
Tí varð givið at berjast við hini heilagu – og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð.
Opinberingin 13:8 Opinberingin
Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.
Opinberingin 13:9 Opinberingin
Hevur onkur oyra – hann hoyri!
Opinberingin 13:10 Opinberingin
Um onkur herleiðir – hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði – hann skal verða dripin við svørði. – Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra!
Opinberingin 13:11 Opinberingin
Eg sá nú annað dýr koma upp – úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki.
Opinberingin 13:12 Opinberingin
Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt.
Opinberingin 13:13 Opinberingin
Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna.
Opinberingin 13:14 Opinberingin
Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.
Opinberingin 13:15 Opinberingin
Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin.
Opinberingin 13:16 Opinberingin
Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,
Opinberingin 13:17 Opinberingin
so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess.
Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Seinna Tessalonikabrævið 2:3 Seinna Tessalonikabrævið
Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin,
Seinna Tessalonikabrævið 2:4 Seinna Tessalonikabrævið
hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.
Seinna Tessalonikabrævið 2:5 Seinna Tessalonikabrævið
Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum?
Seinna Tessalonikabrævið 2:6 Seinna Tessalonikabrævið
Og nú – tit vita, hvat ið heldur honum aftur, so hann skal ikki stíga fram fyrrenn á tíð síni.
Seinna Tessalonikabrævið 2:7 Seinna Tessalonikabrævið
Tí loynimál lógloysisins virkar longu; bert má hann, sum nú heldur aftur, fara av vegnum,
Seinna Tessalonikabrævið 2:8 Seinna Tessalonikabrævið
og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar.
Seinna Tessalonikabrævið 2:9 Seinna Tessalonikabrævið
Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum
Seinna Tessalonikabrævið 2:10 Seinna Tessalonikabrævið
og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst.
Seinna Tessalonikabrævið 2:11 Seinna Tessalonikabrævið
Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini –
Seinna Tessalonikabrævið 2:12 Seinna Tessalonikabrævið
fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum.
Markus 13:6 Markus
Mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Tað eri eg!“ Og teir skulu villleiða mong.
Markus 13:22 Markus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu – um tað var møguligt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi.
Opinberingin 19:20 Opinberingin
Men dýrið varð tikið, og saman við tí lygiprofeturin, ið hevði gjørt tekinini fyri eygum tess og við teimum villleitt tey, sum tóku merki dýrsins, og tey, sum tilbóðu mynd tess. Tey bæði vórðu livandi kastað í eldsjógvin, sum logar av svávuli.