Annað komu Kristusar
11 versir um "Annað komu Kristusar"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 1:7 Opinberingin
Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!
Matteus 24:42 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
Matteus 24:43 Matteus
Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.
Matteus 24:44 Matteus
Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.
Ápostlasøgan 1:10 Ápostlasøgan
Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum.
Ápostlasøgan 1:11 Ápostlasøgan
Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“
Hebrearabrævið 9:28 Hebrearabrævið
so skal Kristus eisini, eftir at Hann eina ferð er ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum, aðru ferð – uttan synd* – opinbera Seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:28 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara!
Opinberingin 3:11 Opinberingin
Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!
Opinberingin 22:12 Opinberingin
Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er.
Opinberingin 22:20 Opinberingin
Hann, sum vitnar hetta, sigur: „Ja, Eg komi skjótt!“ Amen! Kom, Harri Jesus!