annað hjúnalag
74 versir um "annað hjúnalag"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 19:6 Matteus
So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Matteus 19:7 Matteus
Tá søgdu teir við Hann: „Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?“
Matteus 19:8 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.
Matteus 19:10 Matteus
Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: „Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!“
Matteus 19:11 Matteus
Hann svaraði teimum: „Ikki øll fata hetta orð, nei, bert tey, sum tað er givið.
Matteus 19:12 Matteus
Tí geldingar eru, sum eru føddir so úr móðurlívi; geldingar eru, sum eru geldir av menniskjum; og geldingar eru, sum hava gelt seg sjálvar fyri Himmiríkis ríkis skuld. Tann, ið kann fata hetta orð, hann fati tað!“
Matteus 19:13 Matteus
Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey og biðja; men lærisveinarnir høvdu at teimum.
Matteus 19:14 Matteus
Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“
Matteus 19:15 Matteus
So legði Hann hendurnar á tey og fór haðani.
Matteus 19:16 Matteus
Tá kom ein til Hansara og segði: „Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?“
Matteus 19:17 Matteus
Hann segði við hann: „Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!“
Matteus 19:18 Matteus
Hann spurdi: „Hvørji?“ Jesus svaraði: „„Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð“;
Matteus 19:19 Matteus
„ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.““
Matteus 19:20 Matteus
Hin ungi maðurin segði við Hann: „Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?“
Matteus 19:21 Matteus
Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“
Matteus 19:22 Matteus
Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur.
Matteus 19:23 Matteus
Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.
Matteus 19:24 Matteus
Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!“
Matteus 19:25 Matteus
Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, vórðu teir ógvuliga slignir av ótta og søgdu: „Hvør kann tá verða frelstur!“
Matteus 19:26 Matteus
Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“
Matteus 19:27 Matteus
Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær – hvat skulu vit tá fáa?“
Matteus 19:28 Matteus
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Í endurføðingini, táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.
Matteus 19:29 Matteus
Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív.
Matteus 19:30 Matteus
Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst.“