Anna

43 versir um "Anna"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 2:36 Lukas

Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað sjey ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj.

14
Lukas 2:37 Lukas

og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.

14
Lukas 2:38 Lukas

Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerusalems.

14
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók

Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.

5
Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan

„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.

4
Ápostlasøgan 2:18 Ápostlasøgan

Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera.

4
Ápostlasøgan 21:9 Ápostlasøgan

Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu.

3
Dómararnir 4:4 Dómararnir

Um ta tíðina var Debora, kona Lappidot, dómari í Ísrael; hon var profetinna

2
Seinna Kongabók 22:14 Seinna Kongabók

Hilkia prestur, Ahikam, Akbor, Safan og Asaja fóru nú til Huldu profetinnu, sum var gift við Sallum, syni Tikva, son Harhas, honum, ið ansaði eftir klæðunum; hon búði í Jerusalem í tí nýggja býarpartinum. Teir tosaðu tá við hana,

2
Lukas 2:25 Lukas

Í Jerusalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum.

2
Rómverjabrævið 1:1 Rómverjabrævið

Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostul, kosin at kunngera evangelium Guds,

2
Rómverjabrævið 1:2 Rómverjabrævið

sum Hann frammanundan í heilagum skriftum hevði lovað við profetum Sínum,

2
Rómverjabrævið 1:3 Rómverjabrævið

um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids,

2
Rómverjabrævið 1:4 Rómverjabrævið

og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu – Jesus Kristus, Harra okkara.

2
Rómverjabrævið 1:5 Rómverjabrævið

Við Honum hava vit fingið náði og ápostlaembæti til at virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini – navni Hansara til heiður;

2
Rómverjabrævið 1:6 Rómverjabrævið

millum teirra eru tit við – hini kallaðu Jesu Krists.

2
Rómverjabrævið 1:7 Rómverjabrævið

– Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heilag: Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!

2
Rómverjabrævið 1:8 Rómverjabrævið

Fyrst takki eg Gudi mínum við Jesusi Kristi fyri tykkum øll, at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin.

2
Rómverjabrævið 1:9 Rómverjabrævið

Tí Gud, sum eg í anda mínum tæni í evangeliinum um Son Hansara, er vitni mítt, hvussu eg uttan íhald minnist tykkum

2
Rómverjabrævið 1:10 Rómverjabrævið

og altíð í bønum mínum biði um, at mær tó til endan einaferð skal eydnast, eftir vilja Guds, at koma til tykkara.

2
Rómverjabrævið 1:11 Rómverjabrævið

Tí mær leingist at síggja tykkum, fyri at eg kann lata tykkum fáa part í onkrari andaligari náðigávu, so tit kunnu styrkjast

2
Rómverjabrævið 1:12 Rómverjabrævið

– eg meini við: At eg hjá tykkum kann verða lívgaður saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni.

2
Rómverjabrævið 1:13 Rómverjabrævið

Eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, at eg mangan havi ætlað at koma til tykkara – men higartil havi eg verið hindraður – so eg kundi fingið nakað av ávøksti, eisini tykkara millum, eins og millum hini heidningafólkini.

2
Rómverjabrævið 1:14 Rómverjabrævið

Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.

2
Rómverjabrævið 1:15 Rómverjabrævið

Eg eri tí – fyri mín part – til reiðar at kunngera evangeliið, eisini fyri tykkum, sum eru í Róm.

2
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.

2
Rómverjabrævið 1:17 Rómverjabrævið

Rættvísi Guds av trúgv opinberast í tí fyri trúgv – sum skrivað er: „Hin rættvísi skal liva av trúgv.“

2
Rómverjabrævið 1:18 Rómverjabrævið

Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.

2
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið

Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.

2
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.

2
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið

Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.

2
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið

Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar

2
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið

og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.

2
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið

Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.

2
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið

Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.

2
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið

Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;

2
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið

og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.

2
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið

Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er

2
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið

– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;

2
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið

tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,

2
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið

skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.

2
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið

Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.

2
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

2